Tað eru boð eftir Prix-bólkum

Tað er rættiliga gravgangur eftir bólkunum, sum taka lut í Prix Føroyum. Nógvar konsertir verða hildnar kring landið, og Prix-bólkarnir eru heit nøvn til hesi tiltøk. Eisini á 15 teimum bestu florerar við Prix-nøvnum í hesum døgum

Nógvir tónleikabólkar fara við í Prix Føroyar tónleikakappingina fyri at gera vart við seg, og tað er líkt til, at tað ber væl til at koma fram gjøgnum kappingina.
Konsertvirksemið í Føroyum blómar í hesum døgum, og tað eru fyrst og fremst bólkarnir, sum eru við í Prixnum, sum spæla til tey ymsu tiltøkini kring landið.
Bara seinastu tvær vikurnar hava tríggjar stórar konsertir verið. Í TB-húsinum spældu Hatespeech, Side Effect og Flux í Badmintonhøllini vóru Mind´s Eye, Hatespeech, Flux og Masha á pallinum, og í Losjuni í Gøtu spældu Hatespeech og Crashwave.
Onnur tiltøk verða eisini í næstum, har Prix-bólkar skulu spæla.

Flux nógv at gera
Ein av bólkunum, sum hevur verið nógv umbiðin farnu tiðina, er Flux, sum var við í fyrsta innleiðandi umfarinum síðst í januar mánaði.
? Stutta tíð aftaná at vit høvdu verið við í Prixnum, vóru vit bidnir um at spæla til fýra ymiskar konsertir. Vit hava verið virknir síðani seinasta Prixið, men tað hevur verið misjavnt við uppgávum. Nú var knappliga ov mikið at gera, sigur Kristian í Vági Eliasen, sum spælir bass í Flux.
? Eg veit ikki, um aðrir bólkar hava havt tað soleiðis, men vit hava merkt eitt nógv størri áhuga fyri bólkinum, síðani vit spældu til Prixið.
Flux hevur spælt á tveimum konsertum seinastu vikurnar, og teir hava tvær aðrar uppgávur fyri framman.

Mind's Eye brak
Kanska mest klokkureina gjøgnumbrotið í Prixnum higartil hevur bólkurin Mind's Eye úr Klaksvík fingið.
Bólkurin hevði ongantíð spælt alment, tá ið teir fóru á Prix-pallin í Fuglafirði fyrst í februar, men síðani hevur rættiliga verið boð eftir teimum.
Teir hava spælt í Klaksvík, Gøtu og Havn, og teir skul í næstum til Suðuroyar at spæla. Harafturat streyk bólkurin eisini inn á 15 tær bestu seinast leygarkvøldið.
? Ein av orsøkunum til, at vit fóru við í Prixið, var fyri at koma meira fram, og tað hevur rættiliga eydnast. Tað eru vit sera fegnir um, sigur Eyðun Mortensen, sum er sangari í bólkinum.
Mind's Eye venur nú fram ímóti hálvfinaluni í Prixnum, sum verður hildin leygarkvøldið 15. februar. Tá skal bólkurin kappast við fýra aðrar um eitt finalupláss.

Væl móttiknir
Á hitlistanum hjá Útvarpinum eru nógvir Prix-bólkar um boðið í hesum døgum. Seinasta leygarkvøld komu tríggir sangir, sum eru tiknir upp seinastu vikurnar í Fuglafirði, inn á 15 tær bestu, og longu hesa vikuna eru tríggir aðrir bólkar um boðið.
Tað er líkt til, at føroyski ungdómurin tekur tónleikin hjá hesum bólkum til sín, bæði tá ið tað skal atkvøðast til 15 tær bestu, og tá ið teir eru á pallinum til stórar konsertir.
? Vit hava merkt, at fólk taka væl ímóti okkara tónleiki, tá ið vit eru úti og spæla. Kanska er tað við at henda eitt broyting á føroyska tónleikapallinum í hesum døgum, sigur Kristian í Vági, sum spælir við í Flux.