Ríkisfundur
Bø:Tað stendur bara væl til í ríkisfelagsskapinum sambært danska forsætisráðharranum. Týsdagin segð hann, at ríkisfelagsskapurin blómar, og mikudagin metti hann, at tað vóru eingir trupulleikar í samstarvinum.
Mikumorgunin byrjaði vitjan forsætisráðharrans við fundi í skúlanum í Bø, har løgmaður og danski forsætisráðharrin tosaðu saman um mál, sum høvdu við Føroyar og Danmars at gera, segði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, eftir fundin.
?Tað hevur verið rættiliga lætt at tosa saman, segði forsætisráðharrin, tí trupulleikar eru eingir.Vit hava trosa eitt sindur meira um einstøk mál og hvussu tey kunnu loysast hvørt á sín hátt, segði Anders Fogh Rasmussen, tá vit fingu orð á hann eftir fundin við løgmann í Bíggjar skúla. Arbeitt verður eftir føstum leisti, og vit hava viðgjørt nøkur ávís ting, sum skulu fáa samráðingarnar at ganga betri, segði hann.
Spurdur um uttanríkismál høvdu verið á skránni á Bíggjarfundinum, segði forsætisráðharrin, at tað høvdu tey ikki. Tey vórðu viðgjørd á ríkisfundinum í Miðvági týskvøldið.
Fundurin í Bø var mest nýttur til at viðgera, hvussu til ber mál fyri mál hjá føroyingum at yvirtaka málsøki frá ríkisfelagsskapinum.
Varin um ES
Forsætisráðharrin er sera varin at siga nakað um viðurskifti Føroya og Grønlands við ES. Heldur ikki eftir fundin í Bø vildi hann siga nakað ítøkiligt um, hvussu hann helt hesi viðurskifti eiga at vera í framtíðini.
?Tá eg ikki vil siga naka um hasi viðurskiftini, er tað tí, at eg virði rætt føroyinga og grønlendinga til sjálvir av gera av, um tit vilja vera limir í ES ella ikki, segði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri.
Hann legði tó dent á, at tað skuldi eingin ivi vera um, at hann heldur tað vera ein fyrimun at vera limur í ES, og hann vildi sum virkandi ES-formaður arbeiða fyri, at bæði Føroyar og Grønland fáa best møguligar avtalur ið felagsskapin, segði danski forsætisráðharrin.
Hann tók aftur í aftur, at tað var fyri Danmark, hann metti tað sum ein avgjørdan fyrimun at vea limur í EU.
Eisini vísti hann á, at grønlendingar hava í hyggju at víðka sína avtalu við ES.
?Tað vísir, at grønlendingar eru hugaðir at betra samstarvið við ES, og tað skal ikki undra meg, um eisini føroyingar eisini einaferð fara at fáa sama hugskot og vilja arbeiða tættari saman við ES, segði forsætisráðharrin.
Aftur næsta ár
Vitjanin í Føroyum hesaferð var stutt. Forsætisráðharrin kom seinnapartin týdagin og fór longu avstað aftur fyrrapartin mikudagin.
Men hann væntaði at koma aftur, segði hann. Løgmaður hevur boðið honum saman við konuni á almenna vitjan komandi summar. Tann vitjanin skal eftir ætlan vara í fleiri dagar, upplýsti Anders Fogh Rasmussen, forsæisráðharri, sum segði seg gleða seg til at sleppa at síggja meira av Føroyum, enn hann higartil hevur gjørt.
At tað ikki hevur borið til í ár, er av praktiskum orsøkum, segði hann. Løgtingsvalið og tann drúgva tíðin, tað tók at skipa landsstýri, hava forða fyri tí, helt forsætisráðharrin, eins og hann sjálvur er rættiliga upptikin av ES formansskapinum.
Beint eftir at fundurin millum løgmann og forsætisráðharran var liðugur, kom grønlendski landsstýrisformaðurin eisini til Bíggjar, og teir tríggir fóru á ein stuttan felagsfund í skúlanum í Bø.
Jonathan Mozfeldt fór síðan til Havnar, har hann skal luttaka á útnorðurfundinum, sum verður hildin í Føroyum, meðan løgmaður fylgdi forsætisráðharranum aftur á flogvøllin, haðani hann fór aftur til Danmarkar við flogfariinum hjá Atlantsflog.