Tað eru fólkapensjonistarnir, sum hava krav uppá ein samfelagsligan ágóða nú?

Nógv hevur seinastu tíðina verið tosað um, at tíðin er búgvin til ein munagóðan skattalætta til Føroya fólk.

Einki at ivast í, at vit øll fegin vildu livað við einum lægri skattatrýsti. Tað sigur seg sjálvt. Men eg fari at loyva mær at siga, at vit hava nakrar sera átrokandi skyldur at liva upp til, áðrenn vit geva øllum, eisini teimum sum hava góð inntøkuviðurskifti ? uppaftur betri inntøkuviðurkifti.

Okkara fólkapensjonistar, og serstakliga teir, sum bara hava sína fólkapensjónm at liva av ? tey hava hvørki góð ella tolulig inntøkuviðurskifti enn. Tað lukkaðist tíbetur í ár, at fáa framt eina munagóða hækking av inntøkuviðurskiftunum hjá teimum fólkapensjonsitum, sum bara hava sína fólkapensjón til dagin og vegin. Og hóast hesi fingu millum 800 og 1000 kr meir at liva av um mánaðin í ár 2000 enn tey høvdu í fjør, so skylda vit framvegis teimum eina veruliga dagføring av fólkapensjónini.

Ein giftur fólkapensjonistur fær í dag í mesta lagi 4.626 kr um mánaðin. Tað vóru ikki nógv onnur, sum fingu endarnar at røkka saman við slíkari inntøku. Hesin samfelagsbólkur eigur at takast fram um aðrar, tá ið mett verður, at landskassin kann klára seg við færri inntøkum, enn hann fær í dag. Og tá ið vit hugsa um, at hesin fólkapensjonisturin ikki rindar nógvan skat, ja so verður ágóðin til hansara av einum skattalætta sera lítil.

Vit eiga tí beinan vegin, og áðrenn endalig støða verður tikin til generellar skattalættar, at hækka fólkapensjónirnar enn eina ferð.

Hetta er tað ættarliðið, sum eigur lívið í okkum. Í hesum tíðarskeiði, meðan tey, sum í dag eru á arbeiðsmarknaðinum, gera avtalur við sínar arbeiðsgevarar um góð eftirlønarviðurskifti og tryggan aldurdóm, skulu vit syrgja fyri, at tey sum undan okkum gingu, og skaptu virðini her á landi, at tey fáa eina betri fólkapensjón.

Tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at vit ikki geva fólkapensjonistunum eina munagóða hækking beinan vegin, um so er at vit hava ráð til skattalættar nú.


Helena Dam á Neystabø