Í morgin verður tað eitt ár síðani, at KÍ við rimmar 3-0 sigri í Gundadali ímóti B36 tryggjaði sær fyrsta FM heitið í 20 ár.
KÍ var leingi í tættari kapping við HB um fremsta plássið. Eftir 1-1 á heimavølli mikukvøldið ímóti B36 snýr kappingin hjá KÍ seg um at enda næstfremst og harvið at kvalifisera seg at spæla í Europa næsta summar.
Tá ið KÍ fyrireikaði seg til Europadystirnar í summar vóru úrslitini í landskappingini góð. Eitt nú vann KÍ 6-0 á heimavølli ímóti ÍF, sum seinnapartin verður gestur í Klaksvík.
Síðani hevur tað verið munandi torførari hjá KÍ, sum hevur vunnið 2-0 ímóti AB, 1-0 á Skála og 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi.
KÍ hevur spælt tveir dystir færri enn NSÍ, sum er næstfremst og við sigrinum í gjárkvøldið hevur lagt seg fýra stig frammanfyri KÍ.
Tí er tað trýst á klaksvíkingum, sum ikki hava ráð at missa stig, um tað skal eydnast at vinna atongumerki næsta summar at spæla í Europa.
ÍF hevur ikki vunnið fulla úrtøku ellivu tær seinastu ferðirnar. Síðsti sigurin var 12. juli á heimavølli ímóti Skála (3-0). Síðsta sunnudag var hugburðurin góður, tá ið tað á heimavølli endaði við 3-2 tapi ímóti NSÍ.
Miðverjin Jens Joensen er leikbannaður, og annar av venjarunum, Hans Jørgen Djurhuus hevur orsakað av útsøgn síðsta sunnudag í FM1 fingið bann fyri at vera á beinkinum í dag og eisini mikukvøldið.
Jan Ó. Ellingsgaard og Dánjal á Lakjuni eru givnir, Filip Djordjevic er ikki tøkur, og Ari Ó. Ellingsgaard er langtíðarskaddur.
KÍ – ÍF: Rúni Gaardbo kl. 15.00.