Fýra dystir í Betri deildini vera seinnapartin. Í trimum førum fer bólturin á rull klokkan 15.
Í Klaksvík halda tey norðoyastevnu. Har verður tað fólkafundur tíðliga seinnapartin. Tí verður fyrsta bríksl millum KÍ og AB ikki fyrr enn klokkan 15.30.
Felags fyri allar dystirnar í dag er, at teir eru millum tey, sum eru omanfyri miðstrikuna á støðutalvuni og tey, sum eru undir miðstrikuni.
Í gjár vann NSÍ 3-1 á heimavølli ímóti TB. Talan var um favorittsigur. Spurningurin er nú, um øll tey fýra, sum á pappírinum eru greiðir favorittar, fara at megna fulla úrtøku seinnapartin.
NSÍ heimasigurin ímóti TB í gjár bar við sær, at NSÍ tók toppin.
Um tað eydnast KÍ at vinna á heimavølli ímóti AB, so fer KÍ aftur at taka toppin.
KÍ – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.30
ÍF – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
Víkingur – Skála : Alex Troleis kl. 15.00
HB - EB/Streymur: Lars Müller k. 15.00
Leygardagin
NSÍ – TB 3-1 (2-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 24.
2-0: Pól Jóhannus Justinussen 34.
2-1: Ndende Adama Guéye 57.
3-1: Búi Egilsson 79.
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Tórður Thomsen – Per Langgaard, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze – Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen – Petur Knudsen, Jann Martin Mortensen (Óli H. Olsen, 76.), Jann Benjaminsen (Búi Egilsson, 60.) – Klæmint A. Olsen (Betuel Hansen, 66.)
Gult kort: Jóhan Troest Davidsen, Peder Nersveen
Venjari: Guðjón Ꝥórdarson
TB: Milos Budakovic – Aron Sørensen (Bartal Klein Olsen, 46.), Ndende Adama Guéye, Teitur Olsen, Dánjal Godtfred – Nikolei Johannesen, John Villi Wøldike, Veljko Vukovic (Ólavur av Fløtum Reginsson, 86.), Tormóður P. Djurhuus (Jens Erik Bruhn, 65.) – Ivan Ivanovic, Stefan Radosavljevic
Gult kort: Ndende Adama Guéye
Venjari: Zoran Pavlovic
Støðan
NSÍ | 12 | 9 | 1 | 2 | 33 | 12 | 28 |
KÍ | 11 | 8 | 2 | 1 | 29 | 9 | 26 |
B36 | 11 | 8 | 0 | 3 | 18 | 11 | 24 |
Víkingur | 11 | 7 | 2 | 2 | 23 | 14 | 23 |
HB | 11 | 5 | 3 | 3 | 19 | 12 | 18 |
Skála | 11 | 5 | 0 | 6 | 14 | 12 | 15 |
TB | 12 | 3 | 3 | 6 | 11 | 24 | 12 |
EB/S | 11 | 2 | 1 | 8 | 11 | 26 | 7 |
ÍF | 11 | 1 | 1 | 9 | 8 | 26 | 4 |
AB | 11 | 1 | 1 | 9 | 13 | 33 | 4 |