Tað gongur væl at reka grindina, ið fyrr í dag bleiv funnin sunnanfyri Borðoyarnes. Jacob Vestergaard, sýslumaður, upplýsir at grindin nú nærkast sandinum.
- Teir eru komnir innum hálva víkina og tað gongur fínt. Tað eru fleiri bátar hjá grindini og tað gongur gott, so teir verða í drápinum hvørja løtu, sigur Jacob Vestergaard.
Sýslumaðurin veit at siga, at talan er um umleið 100 hval og at alt er grindahvalir.
- Tað eru umleið 100 hvalir og talan er um grindahvalir. Onkur bólkur av springarum var uppí, men teir fingu teir burturúr, sigur Jacob Vestergaard.