– Vit settu okkum fyri at gera tað meira liviligt hjá fólki at búgva í Føroyum, og tað hevur eydnast.
Tað sigur sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður og samgonguleiðari, í samrøðu við ólavsøkiblaðið hjá Sosialinum.
Hann er greiðyr yvir, at orsøkin til tað er partvís, at tað gongur væl í Føroyum. Men hann sigur, at tað er eisini tann førdi politikkurin hjá samgonguni sum ger, at fleiri ungfólk eru verandi í landinum, sigur hann.
Eitt hann vísir á, er, at talið á útbúgvingum, sum kunnu takast í Føroyum, er hækkað. Men hann heldur eisini, at eitt, sum ger, at fólkatalið er vaksið, er, at hjúnabandslógin er broytt so at eisini samkynd kunnu giftast
Tað er ikki tí at hann væntar, at so nógv samkynd flyta hendan vegin, men tað er meira tí at, sum heild, halda ungfólk, at Føroyar eru vorðnar meira fevnandi, enn tær vóru, og at her er pláss fyri øllum.
Hinvegin er tað ein stór avbjóðing, at vøksturin í fólkatalinum hevur eisini elvt til eina sbára bústaðarneyð og hann heldur, at tað gongur ov seint at loysa tann trupulleikan.
Hann heldur, at ein lykil til at loysa tann trupulleikan, er at skapa møguleikar hjá fólki, eisini fólki við útbúgving, at seta seg niður aðrastaðni enn í Havn. Vit mugu nevniliga ansað eftir, at vit mugu ansa eftir, at ikki øll við góðum inntøkunum búgva í Havn.
– Tað gevur eina keðiliga sundur býting, sum ikki gagnar samfelag num.
Les nógv meiri um metingarnar hjá løgmanni í ólavsøkiblaðnum hjá Sosialinum.