Tað fína várlook?ið

Hóast vár og summarmótin er eitt sindur rokaligur og lættur, hevur Planet.fo fingið hjálp frá Gelluni og Skálki at seta saman eitt sindur fínari look til modellirnar, Døgg og Tóki Hoydal.

 

Tóki Hoydal er úr klæðum frá Skálki á myndini. Hann er farin í eina bláa skjúrtu frá NN07 og einar ljósabrúnar buksur úr sama merki. Jakkin er frá Tiger of Sweden, og skógvarnir eru frá Nike.

 

Jannik Hjaltin, sølumaður hjá Skálki, sigur, at hóast mótin í dag er heldur rokaligur og sjuskuttur, so kann mann, um ein skal vera fínur, fara í eitt klædningssett og seta tað saman við einar sneakers.

 

Døgg Hoydal er í einari svartari trenchcoat frá Gestuz og ljósum, tunnum buksum frá Samsøe & Samsøe. Skógvarnir við kilehali eru frá Defeeter. Kilehalar verða nógv sæddir í summar, metir Ann Vang, leiðari í Gelluni.