Sjónleikur
Eilen Anthoniussen
Pallurin á Tjóðpallinum hevur fingið ein rættiligan leikhúsdám. Pallsmiðirnir hava nevniliga roynt at fingið pallin at síggja út sum pallurin í Sjónleikarahúsinum í Havn. Orsøkin er, at leikurin, sum nú verður reistur, gongur fyri seg í gomlum leikhúsi. Talan er um ein sokallaðan leik í leik í leiki. Ein eldri sakførari og ein yngri sjónleikari siga søguna um Kvinnuna í svørtum. Sakførarin ynskir at enduruppliva søguna, um tá hann skuldi gera skjølini upp eftir einsamøllu einkjuna, Mrs. Dabrow. Hon livdi og doyði einsamøll í Eel Marsh House, sum liggur í eini mjørkatungari mýru einastaðni í eystursíðuni á Onglandi. Myrkir sannleikar fjaldu seg í húsunum, og upplivingin at hitta Kvinnuna í svørtum og at avdúka myrku sannleikarnar, merktu Arthur Kipps fyri lívið. Tískil fær hann nógv ár seinni unga sjónleikaran at hjálpa sær at enduruppliva hendingarnar. Tað skal kortini vísa seg, at gerast minst líka óhugnaligt, sum upplivingin sjálv. Tí jú meir teir grava í gomlu loyndarmálunum, jú størri gerst kenslan av at søgan um Kvinnuna í svørtum ikki er liðug enn.
Fekk sjokk av leikinum
Tað er Hans Tórgarð, ið leikstjórnar leikinum um Kvinnuna í svørtum. Hann var sjálvur og hugdi eftir leikinum í London í 2002. Tað var mest sum av tilvild, hann skuldi bara síggja onkran leik, og tað mesta var útselt.
- Eg visti ikki hvat hetta var fyri ein leikur. Men eg fekk eitt sjokk av honum, og fekk ikki sovið um náttina eftir at hava sæð leikin, sigur Hans Tórgarð.
Tað var beinanvegin avgjørt, at Tjóðpallur Føroya skuldi seta leikin upp. Men bíðað hevur verið eftir at røttu sjónleikararnir skuldu hava tíð til leikin, og fyri leikstjóran var eingin ivi um, at Annfinnur Heinesen og Páll Danielsen skuldu hava hvør sín leiklut.
- Páll Danielsen riggar væl sum ein eldri maður, sum er eitt sindur stívur í tí, og hin er ein ungur og entusiastiskur maður, sum Annfinnur Heinesen riggar væl til. Harafturat er tað bara stuttligt at síggja nýggj andlit í Tjóðpallinum av og á.
Hetta er fyrsta samansetingin av hesum slag. Annfinnur Heinesen er búsitandi í Danmark, og tað eru fimm ár síðan Páll Danielsen seinast stóð á palli.
Spøkilsisleikur óegnaður fyri børn
Tað var Susan Hill, ið skrivaði Kvinnan í svørtum, sum kom út í 1983. Í 1987 setti enski sjónleikarin og leikritahøvundin, Stephen Mallatratt, leikin upp á Theatre-by-the-Sea í Scarborough. Leikurin varð væl móttikin, og í 1989 varð hann settur upp á the Fortune Theatre í West End í London, har hann framvegis gongur fyri fullum húsum, og er hann hin næst mest leikti leikurin í West End, næst eftir Músafellan eftir Agathu Christie. Kvinnan í svørtum er týddur og framførdur í 40 ymiskum londum.
Leikurin er sum kunnugt ein spøkilsisleikur ella ein gýsari, um ein vil. Spælt verður við klassiska gýsarasjangruna, sum vit millum annað kenna frá Alfred Hitchcock, og sjálvur hevur leikstjórin hug at samanbera stílin við japansku útgávuna av The Ring.
- Tað er ikki alt blóðið og tað, sum tú sært, sum er so óhugnaligt, men í staðin tá, tú ikki sært, sigur Hans Tórgarð.
- Eg haldi, at mann verður mintur á gomlu kenslurnar frá tí at mann var barn, og mann skuldi ganga einsamallur heim seint um kvøldið, og alt ger ein bangnan. Ein einsamallur skrelliposi kann vera hvat sum helst, sigur Annfinnur Heinesen.
Fyri at fáa rætta huglagið, er nógv arbeiði lagt í at skapa rætta pallin, búnarnir ímynda klædnastílin frá fyrst í 1900 talinum, og bæði ljós og ljóð spæla ein avgerandi leiklut fyri at skapa ein rættan spøkilsis- og gýsaradám.
Tað verður sagt, at Fortune Theatre í London ikki fær frið fyri spøkilsinum av Kvinnuni í svørtum. Tá leikararnir hava staðið og framført leikin, hava fleiri teirra fingið eyga á eina kvinnu klædda í svart, sitandi á balkongini og eygleiða leikin. Um Tjóðpallurin fær frið fyri Kvinnuni í svørtum, fer tíðin at vísa. Í øllum førum er ivamál um aldursmark skal setast á leikin, tí hetta er ikki fyri sartar sálir.