BÚSKAPUR
Um vikuskiftið segði Tórbjørn Jacobsen við Sosialin, at Tjóðveldisflokkurin ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið á ólavsøku um at broyta fiskiveiðilóggávuna. Uppskotið var tá ikki liðugt orðað, men í høvuðsheitum snúði tað seg um at selja fiskiloyvi á uppboði, so at núverandi skipan, har fiskidagar kunnu seljast millum privat vinnulívsfólk, verður avtikin.
Í Sosialinum í gjár søgdu umboð fyri allar tríggjar samgonguflokkar seg vera ímóti einum uppskoti um uppboðssølu. Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum kallaði uppskotið sosialistiskt og metti, at tað fór at skapa ótryggleika í vinnuni. Henrik Old úr Javnaðarflokkinum stúrdi fyri miðsavnan og helt, at tað fór at taka grundarlagið undan teimum smáu. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum fyri Sambandsflokkin var meira varin, men metti tað vera trupult at broyta skipanina frá degi til dags.
Samgongan stóð altso saman um ikki at taka undir við uppboðssølu, men serkunnleikin sigur nakað annað.
Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, sigur í viðtali við Sosialin, at í 2000 skeyt Búskaparráðið upp, at taka fiskiloyvini inn, og síðan byrja at selja loyvi á uppboði.
Hermann Oskarsson metir ikki, at argumentini hjá samgonguumboðunum halda.
- Tað finnast bara góð argument fyri hesum, men tað er trupult, tá valdselitan er ímóti, sigur hann, men leggur tó afturat, at tað verður torført at sleppa undan eini skipan við uppboðssølu.
- Hon er nógv einklari, sigur Hermann Oskarsson og vísir á, at tað verður ikki neyðugt at eiga skip, fyri at sleppa at fiska, tí tá ber til at leiga skip.
Uppboðssøla førir ikki til sentralisering
Hermann Oskarsson vísir sostatt aftur, at ein skipan við uppboðssølu fer at elva til miðsavnan.
- Hetta fer ikki at føra til sentralisering, tí loyvini verða sett á null hvønn ársfjórðing, sigur Hermann Oskarsson, sum enn av góðum grundum ikki hevur sæð uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum, men sipar til uppskotið frá Búskaparráðnum í 2000.
Hermann Oskarsson vísir á, at um fiskiloyvi ella dagar verða seldir t.d. hvønn ársfjórðing, so verður lættari hjá øðrum fólki at koma inn í vinnuna.
- Í dag skalt tú av við kanska 10 til 50 milliónir ella meira fyri eitt fiskiloyvi, men tá verður talan um nakrar túsund krónur. Hetta setur tey verri fyri, sum eru inni í skipanini í dag, men ongan verrri fyri, sum er uttanfyri.
Spurdur, um hetta ikki fer at skapa ótryggleika í vinnuni, eins og Anfinn Kallsberg vísti á, sigur Hermann Oskarsson, at tað fer tað gera.
- Jú, tíbetur, men ikki kaos, tí vinnan mennist av harðari kapping, og ein og hvør sølumaður veit, at um onkur andar teg í nakkan, so verður tú betri, sigur Hermann Oskarsson.
Hann velur tí heldur at kalla hetta skipaðan ótryggleika, tí eitt nú verður meira skil í veðhaldsviðurskiftum mótvegis bankunum.
Hermann Oskarsson sigur, at í dag ber til at keypa rustikustar fyri ovurprís, men hetta kann ikki halda fram. Bankin kann ikki seta tey í veð, men ger tað kortini av neyð, sum hann tekur til.
Veðhaldið er ikki til
Í blaðnum í gjár varð m.a. argumenterað ímóti uppboðssølu av fiskiloyvum, tí so vildi eingin fíggjað skipið. Hesum er búskaparfrøðingurin ikki samdur við.
- Skip eru vinnutól, sigur Hermann Oskarsson, og vísir á, at tað ber til at fíggja skip eins og tað ber til at fíggja eina brøyt, eina matstovu o.a.l.
Hermann Oskarsson vil vera við, at sum nú er, er talan um eitt slag ólógligum planbúskapi, tí veðhaldselement eru íroknað, sum ikki eru ogn hjá tí, sum eigur tey.
Hermann Oskarsson heldur tað vera gott, at politikarar nú fara at kjakast um hetta, tí sum nevnt heldur hann øll argument tala fyri hesum.
- Øll búskaparráð og búskaparfrøðingar siga tað sama, sigur Hermann Oskarsson.