Tað gekk akkurát hjá AB

AB var favorittur, og AB vann 3-2. Men tað leyp einki hjá argjamonnum, tá ið teir seinnapartin vitjaðu teir næstbestu í B68, sum hava fína manning og vóru um reppið at fáa stig.

Fyrra partin av 1. hálvleiki vórðu fýra mál skorað ? tvey í part. Emil Olsen legði heimaliðið framum í 4. minutti eftir innlegg úr høgru. Tróndur Sigurðsson javnaði í 9. minutti, eftir innlegg úr høgru, og tá ið eitt korter var farið, var tað ógvuliga evnaríki Jóan Símun Edmundsson, sum legði B68 framum aftur.

Í 22. minutti svaraði AB aftur. Málskjútti var Allan Mørkøre, eftir at innlegg var komið úr høgru.

Tíðliga í 2. hálvleiki sendi Jóan Símun Edmundsson hjá B68 bóltin í stólparótina, og í næsta álopið var tað Dion Splidt hjá AB, sum fluktaði í tvørtræið og niður á málstrikuna.

Sigursmálið skoraði AB, tá ið tað restaðu sjey minuttir. Allan Mørkøre stýrdi við høvdinum bóltin í málið eftir innlegg úr vinstru.