Stigatalvan kundi bent á, at talan var um avgreiðslusøk, tá ið næstbesta KÍ liðið í gjárkvøldið var í Fuglafirði. KÍ hevur alt árið verið millum tey fremstu, og ÍF er aftast við ongum stigi.
Úrslitið var 2-1 til klaksvíkingar, sum harvið noyddust at stríðast væl meiri fyri sigrinum, enn tað mundi vera roknað við.
Fyrstu løtuna var einki, sum bendi á, at tað fór at verða so spennandi. 19 ára gamli Jóhan Waag Høgnesen, sum nú er aftur í Klaksvík eftir fleiri ár í donskum fótbólti, legði KÍ framum í fimta minutti, og hann økti um leiðsluna, tá ið tað restaðu fýra minuttir av fyrra hálvleiki.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði Bergtórur Thomsen um munin til 2-1, og so var spenningur í. Sammett við fyrr í ár var ÍF liðið væl mannað. Saman við fleiri veteranum – eitt nú Bartal Eliasen, Frank Poulsen og Hanus Eliasen - vóru eitt nú Alex José dos Santos og evnaríki Poul Nolsøe Mikkelsen, sum ikki hevur spælt fótbólt, síðani krossbandið slitnaði fyri einum ári síðani.
Úrslitið ber við sær, at KÍ nú er næstfremst við 39 stigum. AB hevur 46 stig, og B68 hevur 39 stig, men málmunurin hjá klaksvíkingum er +27, meðan hann hjá toftamonnum er +15.
Síðsti dysturin í tjúgunda umfari verður í morgin klokkan 15, tá ið NSÍ fær vitjan av Suðringum.