Tað gekk akkurát hjá oddaliðnum

AB málverjin legði heimaliðið fram um undan nógva vindinum, men EB/Streymur svaraði aftur

Tað vakti ans, tá ið teir næstbestu hjá AB 20. apríl megnaðu 1-1 á heimavølli ímóti favorittunum í EB/Streymi. Tá hildu teir í Sundalagnum, at dysturin átti ikki at havt verið spældur, tí líkindini vóru so vánalig.

 

Í dag var EB/Streymur aftur á Argjum, og aftur í dag vóru líkindini so sum so. Tað var strúkur í vindi. Heimaliðið hevði vindin undan í fyrra hálvleiki, og AB legði seg frmaum 1-0 og 2-0.

 

Í fyrra førinum var tað AB málverjin Jákup Højgaard, sum gyppaði langt og høgt. Bólturin brast í vøllin og sigldi so omanfyri EB/Streyma málverjan Jákup Andrias Hansen og í málið. Kári Skála økti til 2-0 við fínum langskoti undan vindinum, men EB/Streymur fekk um endan dygst undan steðginum, tá ið Ragnar B. Danielsen umsetti brotsspark til mál.

 

Eftir steðgin hevði EB/Streymur vindin undan, og tá var tað toppskjúttin í næstbestu deildini, veteranurin Leif Niclsen, sum tvær ferðir rann frá heimaverjuni og javnaði til 2-2 og skoraði 3-2 sigursmálið, ið ber við sær, at EB/Streymur styrkti um sína støðu sum topplið.

 

AB er aftast við ellivu stigum og úrslitið í dag ber við sær, at tað nú er staðfest, at AB flytur niður.