Fólk, sum skulu í rættin, skulu halda krav upp á at sleppa at tosa føroyskt við dómara og við sakførarar.
Tað halda løgtingslimirnir fyri Tjóðveldi. Tí hava tey nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at í rættinum skal føroyskt verða tað málið, sum verður brúkt.
– Tað er púra sjálvsagt, at vit skulu hava føroyskt sum rættarmál. Fólk, sum skulu fyri rættarskipanina, eru í sera veikari støðu. Kanska veikastu støðu nakrantíð. At skula tosa eitt annað mál í slíkari støðu kann gera støðuna enn verri, siga tey í Tjóðveldi.
Tey ivast eisini í, hvussu áhugað fólk eru at biðja um tulk, ella aðra hjálp, frá einum sum skal døma tey og kanska seta tey í fongsul.
– Tað átti heldur at verið øvugt, soleiðis, at starvsfólki í rættinum hevði møguleika at fáa tulk til at tulka føroyskt til danskt, halda tey.
Tey halda, at fyri vanliga føroyingin er tað ringt at sita í rættinum og greiða frá á einum fremmandum máli.
Tey halda eisini, at tað kann vera ein vansi fyri rættartrygdina, at tað, sum fer fram í rættinum, skal vera á donskum.
– Og afturat hesum kemur, at samfelagsligt høpi, søga, myndugleikabygnaður, lógir, alment kjak og viðmerkingar ofta eru úr heilt øðrum sjónarhorni, bæði málsliga og mentanarliga.
– Tað hevur eisini týdning fyri at menna eitt føroyskt, løgfrøðiligt mál, at føroyskt er rættarmál. At alt skrivligt samskifti verður á føroyskum, kann vera mennandi í so máta, og tað kann stuðla væl undir, at vit í løtuni eru farin undir at bjóða løgfrøðilestur á Fróðskaparsetrinum.
– Tað er ein púra natúrligur og sjálvsagdur rættur hjá føroyingum at tosa føroyskt í Føroyum, og at vit hava føroyskt sum rættarmál, siga tey í Tjóðveldi.