Tað gloymda fólkamorðið

Fólk í túsundatali eru myrd, og onnur í hundraðtúsundatali eru rikin frá húsi og heimi í sudanska landspartinum Darfur. Men altjóða samfelagið letur eyguni aftur

? Hetta er tann ringasta vanlukkan av sínum slagi í heiminum júst nú. Tað, sum hendir her, er etnisk útreinskan eins og tað, sum vit sóu í Rwanda fyri tíggju árum síðani. Tá segði altjóða samfelagið, at slíkt mátti ongantíð henda aftur.
Soleiðis segði ST-umboðsmaðurin í Sudan, Mukesh Kapila, fyri einum góðum mánað síðani, men enn hevur heimasamfelagið einki gjørt fyri at steðga áganginum í Darfur.
Norski tíðindamaðurin Espen Rasmussen, sum júst hevur vitjað landspartin, skrivar í blaðnum VG, at sambært hjálparfelags-skapum eru 750.000 fólk rikin frá húsi og heimi, og 140.000 teirra eru flýdd til grannalandið Tjad. Søgurnar eru ræðuligar, sigur hann.
? Menn úr Jinjaweed-herinum komu til bygd okkara. Teir drupu brøður mínar og ein skyldmann og neyðtóku kvinnurnar. Síðani drupu teir børnini og settu eld á øll húsini, greiðir tann 73 ára gamli Arbab Adam Abdullah frá. Eftir at hava fjakkað í fimm samdøgur eydnaðist tað honum at sleppa til eina flóttafólkalegu í Tjad. Og hann hevur ongar vónir um framtíðina.
? Vit fóru frá øllum, sum vit áttu, og her hava vit einki. Eg havi onga framtíð her, og eg veit ikki, hvat fer at henda børnum okkara. Hvussu skal eg fáa teimum mat, og hvussu skal eg hjálpa teimum at sleppa í skúla, spyr hann.
Í flóttafólkaleguni, sum Espen rasmussen vitjaði, búgva 7.000 fólk í tjøldum. Hjálparfelagsskapurin Læknar uttan landamark roynir at hjálpa teimum, men kortini er stórur tørvur á ymsum vørum. Heldur ikki í leguni kenna tey seg trygg, tí tað hendir meiri enn so, at hermenn hjá Jinjaweed koma um markið at drepa og stjala.
? Okkum tørvar mat. Vit hava einki. Vit svølta, sigur ein av flóttamonnunum við norska tíðindamannin.