Tað gongur einki serligt hjá Manchester United fyri tíðina. Í dag spældi Manchester United triðja javnleikin á rað í harða jólaprogramminum, tá Southampton var á vitjan á Old Trafford. Endaliga úrslitið av dystinum var ein 0-0 javnleikur, sum var eitt ógvuliga skuffandi úrslit fyri Manchester United.
Sum heild var talan um ein dyst, har Manchester United var meira á bóltinum, men har bæði liðini høvdu góðar møguleikar fyri at fáa mál. Millum annað hevði David De Gea onkra framúr bjarging, meðan fleiri Manchester United leikarar eisini høvdu stórar málmøguleikar.
Av tí at einki mál kom í dystinum, var ógvuliga lítið at skriva heim um. Tað sum fylti mest í dystinum var tað, at Manchester United áleyparin, Romelu Lukaku, longu tíðliga í dystinum mátti berast av vøllinum við skaða í høvdinum. Tað er enn ógreitt hvussu álvarsamur tann skaðin hjá Romelu Lukaku var.
Við triðja javnleikinum á rað, dragnar Manchester United nú av álvara í oddastríðnum í Premier League. Felagið er ikki longur næstfremst í deildini, tí sum úrslitini fyrr í dag lagaðu seg, liggur Chelsea nú á øðrum plássi.
Manchester United – Southampton 0-0 (0-0)