TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktsprátið, sum in.fo/Rás2 hevur gjørt við KÍ-áleyparan og U21 landsliðsspælaran, Jóannes Bjartalíð, sum man verða tað heitasta navnið í effodeildini nú. Jóannes Bjartalíð skýtur mál uppá samlibond fyri KÍ, og eigur sín stóra lut í framgongdini hjá søguríka fótbóltsfelagnum í Norðoyggjum.
Jóannes Bjartalíð kennir eisini á sær, at tað gongur væl, og alt, sum hann nemir við fer innum málstrikuna. Hann undirstrikar tó, at hann hevur arbeitt hart undir venjing fyri at røkka teimum úrslitunum hann heystar nú. Ofta er leingi hjá honum at ganga frá vøllinum á Djúpumýru og heim, tí so nógvir klaksvíkingar steðga honum fyri at fáa eitt fótbóltsprát, eisini mong fólk hann ikki hevur hitt áður.
Nú vónar Jóannes Bjartalíð at nógvir klaksvíkingar koma suður á Tórsvøll at stuðla honum og hinum U21 landsliðsspælarunum til U21 EM-undankappingardystin ímóti Finnlandi, sum byrjar klokkan 18 hóskvøldið, og verða við til at bera U21 landsliðið fram til sigur.
Tað er ókeypis atgongd til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Finnland á Tórsvølli, og boðað verður frá góðum veðri.