Ta_ gongur hvønn sín vegin

Sannførandi GÍ eigur heimavøll ímóti NSÍ, sum higartil hevur havt ilt vi_ at fáa naka_ burturúr

Ta_ eru grannali_ vi_ ógvuliga ymiskari úrtøku higartil í ár, sum leygardagin fara at bresta saman í telving um pláss í hálvfinaluni. GÍ eigur heimavøll, tí teir í bólkaumfarinum enda_u á fremsta plássinum. Har var eingin slingur í valsinum. GÍ fekk fult stigatal.
Ta_ var ikki fyrrenn í sí_sta bólkaumfarinum, at ta_ var_ greitt, at NSÍ skuldi ver_a partur av fjór_ingsfinaluni. Og í tveimum teimum fyrstu umførunum í landskappingini hevur ta_ heldur ikki gingi_ meiri enn passaligt. NSÍ hevur fingi_ eitt stig, me_an GÍ hevur fult stigatal ella fimm fleiri enn NSÍ.
Manningarliga tóktust bá_ir partar í gjár at skula vera so væl fyri leygardagin, sum ta_ ber til. Tá skal kortini havast í huga, at hjá teimum eins og øllum hinum luttakarunum í fjór_ingsfinaluni vóru venjingar á skánni í gjárkvøldi_ og aftur í dag.
Hanus Jacobsen hjá Gí noyddist at taka seg aftur, tá i_ bara fimm minuttir vóru farnir sí_sta sunnudag á Svangaskar_i, men hann hevur vant aftur. GÍ li_forma_urin, Poul Ennigar_, noyddist at lata seg skifta út, tá i_ tjúgu minuttir vóru eftir ímóti B68. Hann hev_i fingi_ ein snudd í anna_ beini_. Fyrrapartin av hesi vikuni vandi hann fyri seg sjálvan, men í Gøtu iva_ust teir í gjár ikki í, at hann fer at spæla ímóti NSÍ.
Einasta fer_in, GÍ og NSÍ hava spælt ímóti hvørjum ø_rum í ár, var í venjingardysti í Runavík, á_renn ta_ var_ fari_ undir bólkaumfari_. Ta fer_ina vann GÍ 2?0.
Seinnu árini hava hesi bæ_i feløgini ofta spælt tættar steypadystir. Í 2001 enda_i fjór_ingsfinalan í Runavík málleys eftir longda leiktí_, og NSÍ vann brotssparkskappingina 4?3. Í fjør telva_ust grannali_ini um finalupláss. Í fyrru hálvfinaluni, sum var í Runavík, enda_i ta_ 1?1, og í seinnu hálvfinaluni skora_i GÍ sigursmáli_ til 3?2, tá i_ ta_ resta_u níggju minuttir. Á Ólavsøku tapti GÍ finaluna ímóti B36 3?1.
Oddmar Andreasen skal døma í Gøtu leygardagin.