Tað gongur næstan ov væl í Danmark

Tað gongur væl í Danmark, men ov stór krøv kunnu venda gongdini, segði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, í sínari nýggjársrøðu í gjárkvøldið -Danir eiga ikki at seta ov stór krøv um almennar tænastur, privata nýtslu og løn, tí tað kann skjótt venda búskapargongdini í landinum, segði forsætisráðharrin.

-Eingin hevur nakra gleði av at seta ov stór krøv í dag og so fáa ta tvíføldu rokningina í morgin, legði hann afturat og sipaði til kravið hjá almennum starvsfólki um munandi lønarhækking.

Anders Fogh Rasmussen segði, at framburðurin tey seinastu árini við metlítlum arbeiðsloysi og einum sterkum búskapi er einki minni enn ein sosial kollvelting.

-Tað gongur so væl, at tann størsti vandin í tí nýggja árinum er, at tað fer at ganga ov væl, segði hann.