Tað gongur sum eftir ánni hjá Vali

Ísland: Toppliðið í íslendskum fótbólti er KR, sum í kvøld var í Gundadali og ímóti ÍF legði lunnar undir framhaldandi luttøku í europeisku kappingini.

Meðan oddaliðið var í Føroyum, vann Valur við trimum føroyskum landsliðsspælarum seg fram á næstfremsta plássið. Jónas Þór Næs, Pól Jóhannus Justinussen, Christian R. Mouritsen og liðfelagar teirra vóru í Keflavík og spældu. Talan var um dyst, sum var útsettur, tá ið føroyingarnir fyri trimum vikum síðani vóru í Føroyum og spældu landsdyst.

Tað hilnaðist væl í góðveðrinum í Keflavík. Valur vann 2-0, og Pól Jóhannus Justinussen skoraði seinna málið, tá ið ein tími var farin. Íslendsku miðlarnir taka til, at talan var um frágera gott mál.

Sigurin ber við sær, at Valur eftir átta umfør hevur 18 stig ella tvey færri enn KR. ÍBV úr Vestmannaoyggjum er á triðja plássi við 16 stigum. Allir teir føroysku spælararnir vóru á vøllinum alla tíðina í Keflavík.

Sunnukvøldið vann Valur 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi, og tann sigurin var merkisverdur. Í 1. hálvleiki varð ein av Vals monnunum vístur av vølli, og so stríddust teir undirmannaðir í ein tíma. Tá ið tað restaðu átta minuttir legði Víkingur seg á odda. Lítla løtu seinni javnaði Valur við brotssparki, og tá ið tíðin, sum dómarin hevði lagt aftrat, var um at vera farin, skoraði Valur sigursmálið eftir hornasparksinnlegg.

Næsti dystur verður mikukvøldið, tá ið Valur skal norður á Akureyri at vitja Þór.