Tað hendir á brúðarnáttini

- Vit høvdu ynskt, at onnur ung kundu upplivað alt tað góða, sum vit fáa burturúr við ikki at hava sex. Men vit viðganga, at tað til tíðir kann vera torført at halda seg til reglurnar, vit hava sett. Soleiðis siga Jónhild L. Magnussen og Tórur Olsen, sum hava valt ikki at vera saman kynsliga, fyrr enn tey eru gift

- Eg veit væl, at tað eru ikki so nógv, sum velja at liva, soleiðis sum vit gera, men fyri okkum er hesin lívsstílurin rættur.

Tað sigur 21 ára gamla Jónhild L. Magnussen úr Miðvági, sum er trúlovað Tóri Olsen, ið er hoyvíkingur men býr í Sørvági. Tey bæði blivu trúlovað í desember mánaði, eftir at hava verið saman sum par í eitt ár. Tann 19. apríl skulu tey giftast í Miðvágs kirkju.

Tað, sum ger Jónhild , ið er útlærd klædnaatstøðingur, og Tór, ið lærir til grannskoðara, eitt sindur annarleiðis enn onnur ung pør, er, at tey eru jomfrýr og ætla at vera tað, til giftiringarnir eru komnir á.

- Trúgvin fyllir nógv og er ein natúrligur partur av okkara gerandisdegi. Sambært Bíbliuni hoyrir kynsligt samband heima í hjúnabandi, og tí er tað ein sjálvfylgja fyri okkum, at vit goyma okkum til hvønn annan, inntil vit eru gift, sigur Tórur.


Ung og trúgvandi
Bæði Jónhild og Tórur eru uppvaksin í einum trúgvandi umhvørvi. Jónhild er kirkjufólk og hevur verið nógv í Missiónshúsinum í Miðvági. Tórur, sum er uppvaksin í Hoyvík, hevur øll síni ár gingið í samkomuni Oasuni.
At vera ungur og trúgvandi er ikki altíð heilt lætt, tí onkrar avbjóðingar eru.
- Størsti trupulleikin er tann, at í tíni samkomu ella kirkju lærir tú eitt sett av virðum, men tey virðini sært tú næstan ikki nakra aðrastaðni. Til dømis verður tað ikki viðmælt fólki at ganga full í býnum, og Bíblian sigur eisini, at tað ikki er gott, men allastaðni tykist tað bara vera ein sjálvfylgja. Tað er nakað, mann bara ger, sigur Tórur og heldur fram:
- Tá er tað oftast lættari bara at halda seg saman við vinfólki, sum hava somu virði sum tú, tí so endar tú ikki í onkrari keðiligari støðu, har tú kennir bólkatrýst, sigur Tórur.
Summi halda, at pør sum Jónhild og Tórur hava eitt keðiligt lív, tí tey ikki ganga í býnum, men soleiðis er als ikki sambært teimum sjálvum.
- Kanska gera vit ikki júst tey somu tingini, sum flest onnur á okkara aldri, men eg føli ongantíð, at vit hava tað keðiligt. Eitt nú haldi eg, at vit altíð hava góð, stuttlig og festilig vikuskifti, har vit eru saman við vinfólkum og hava hugnað okkum. Munurin á okkum er, at mánamorgun minnast vit altíð, hvat tað er, vit hava gjørt leygarkvøldið, sigur Jónhild og smílist.




Liva sum fráhaldin
Hjá nógvum ungum fyllir kærleikslív rættiliga nógv, og soleiðis er eisini við Jónhild og Tóri. Og tó. Longu sum heilt ungir tannáringar tóku tey avgerð um ikki at vera kynsliga saman við nøkrum, fyrr enn tey vóru gift. Tað lyftið hava tey hildið.

- Tá eg var 16 hevði eg havt okkurt fjas við onkrum drongi, men tá tað bleiv liðugt, minnist eg, at eg lovaði mær sjálvari, at næsti drongurin, sum eg fór í parlag við, skuldi vera ein, eg ynskti at gifta meg við. Síðani havi eg livað mítt lív út frá tí lyftinum, greiðir Jónhild frá og heldur fram:

- At goyma seg sjálvan, til mann er giftur, er umráðandi fyri meg, tí eg føli, at sex hoyrir til í hjúnabandi, og soleiðis er tað bara, sigur Jónhild, og Tórur nikkar samdur við høvdinum.

- Eg havi júst sama hugburð sum Jónhild. Longu sum 13 ára gamalur var eg til undirvísing í samkomuni um parlag og øllum tí, ið hartil hoyrir, og har lærdi eg týdningin av at virða kvinnuna fyri tað, hon er, og at virða hennara mørk, eisini um hon ikki setur tey sjálv. Tí havi eg eisini altíð vitað, at sex skuldi eg bíða við, til eg var giftur. Og so havi eg so at siga innrættað meg eftir tí, fortelur Tórur.

Bæði halda tey, at tað er umráðandi, at tú ikki fert í eitt parlag bara fyri at vera í parlagi.

- Eg vil siga, at um hjúnaband ikki er í høvdinum, tá mann kemur saman, so føli eg ikki, at tað gevur nakra meining at vera í parlagnum. Tá tú fert í parlag við einum, er tað við hjúnabandi í huganum, sigur Jónhild, og Tórur leggur afturat:

- Tíðin, meðan mann er par, brúkar mann upp á at finna útav, um mann vil giftast við viðkomandi ella ikki.


Hugsa um útsjónd og atburð

Av tí at Jónhild og Tórur hava tikið avgerð um at bíða við seksuellari samveru, til tey eru gift, eru tey eisini tilvitað um ikki at freista hvønnannan og ei heldur flirta við øðrum.

- Eg hugsi nógv um ikki at freista Tór. Nú eri eg ikki týpan, sum gongur nógv í tættsitandi klæðum og pynta seg, men til dømis gangi eg ikki í niðurringandi blusum ella stuttum kjólum. Tað sømir seg ikki heilt, haldi eg. Fari eg í ein kjóla havi eg altíð onkrar svartar sokkabuksur innanfyri, fortelur Jónhild.

Tóri dámar eisini væl, at hansara trúlovaða er tilvitað um ikki at freista við teimum klæðunum, hon etur seg í.

- Flestu fólk hugsa, at um ein genta fer í ein tættsitandi, niðurringaðan topp og ein heilt stuttan kjóla, so er hon ílatin fyri at tiltrekkja mannfólk, sigur Tórur.

Jónhild hugsar ikki bert um útsjóndina, men eisini um sín atburð.

- Eg vil ikki vera flirtut, og tað er nakað, sum eg eri tilvitað um. Eisini tí eg veit, at Tóri ikki dámar slíkt, og tí klemmi eg heldur ikki dreingir bara soleiðis uttan víðari. Míni klemm skal sjeikurin hava og eingin annar, sigur Jónhild og hyggur forelskað upp á Tór.

- Ja, eg havi eisini glevsað eftir onkrum, ið hevur klemmað teg í so leingi. Eg haldi bara ikki, at tað er í lagi, at vinmenn ella onnur mannfólk taka um damuna hjá mær bara soleiðis, sigur Tórur.


Ongar One Night Stands
Hvørki Jónhild ella Tórur halda tað vera rætt, at tilvildarlig fólk eru kynsliga saman. Ikki bara tí, at sex fyri tey hoyrir til í einum hjúnabandi, men eisini tí at sex ikki eru so einkult, sum fólk hava lyndi til at gera tað.

- Vit liva í einum ekstremt seksualiseraðum samfelag, har kynslig samvera bara er ein gerð sum so nógv annað. Men eg haldi, at tað er so nógv tengt afturat sex, sigur Tórur og greiðir nærri frá:

- Fólk skilja kenslur og trúðskap frá sex. Veruleikin er tann, at so skjótt tú hevur verið kynsliga saman við einum persóni, bindur tú teg nógv meira til viðkomandi, enn tú gevur tær far um. Ofta erður sagt, at tað er, meðan tú ert ungur, at tú skalt eksperimentera og royna nógv ymiskt, men eg haldi, at tað ger bara, at tú skaffar tær eina rúgvu av seksuellum viðføri. Tá tú so einaferð møtir tí rætta ella røttu, hevur tú so nógv ting frá fortíðini, soleiðis at tú altíð fert at hugsa um hin persónin, tú vart saman við, tí nú sær persónurin, tú ert saman við, ikki líka út, ger ikki tey somu tingini og so framvegis. Tú hevur so nógvar kenslur við, at tað bara skapar trupulleikar, fortelur Tórur.

Tá Jónhild hugsar um ung fólk, sum fara saman við onkrum tilvildarligum persóni, tey kanska nóg illa kenna, heldur hon tað vera harmiligt, at tey ikki hugsa um alternativið, sum er at bíða við kynsligari samveru til mann er hjún.

- Onkuntíð hugsi eg, at eg hevði viljað, at tey vistu nakað betri. Eg føli, at eg og Tórur hava fatur á onkrum góðum, júst tí vit eisini liva sum vit gera, og tað vildi eg ynskt, at onnur eisini høvdu kunnað upplivað, sigur Jónhild.


Hava greiðar reglur

Longu frá fyrsta degi sum par, hava Jónhild og Tórur havt nakrar greiðar reglur, sum tey halda seg til.

- Vit sova ikki saman og hava ikki sex. Hasi bæði tingini hava ongantíð verið ein spurningur ella nakað, vit hava kjakast um yvirhøvur. Tá vit hava ferðast saman, sum vit hava gjørt nakrar ferðir, hava vit sovið í hvør sínum húsi, og í onkrum føri hevur tað verið í hvør sínum kamari, fortelur Jónhild.

Onkur vildi kanska sagt, at einki hendir við bara at sova saman, men tað er ein útsøgn, tey bæði ikki eru heilt samd í.

- At liggja og klemmast við unnustuni í eini song og so ikki føla seg freistaðan til at gera meir, tað er ringt. Nú havi eg sett mær fyri, at sex er nakað, eg ikki ætli mær at gera, áðrenn eg eri giftur maður, og so er eingin orsøk til at gera tað ringt fyri seg sjálvan, sigur Tórur og vísir samstundis á, at tey saktans kunnu mussast og klemmast.

- Vit klemmast nógv, men ikki soleiðis, at tað kann føra til nakað seksuelt. Tað er ikki altíð líka lætt at halda seg til reglarnar, men so er gott at vera tvør, sigur Jónhild og hyggur flennandi upp á Tór.

- Ja, vit hava verið í støðum, har vit hava verið freistað, men so er tað, eg plagi at siga ”nei, nú er songartíð”, og so koyri eg heim til Sørvágs, sigur Tórur.


Giftast í apríl

Jónhild og Tórur hava líka síðani tey funnu saman fingið viðmerkingar frá fólki um teirra lívsstíl og serliga um teirra fráhaldni. Og viðmerkingarnar eru ikki blivnar færri, nú tey skulu giftast.

- Eg havi hoyrt onkran siga, at tey halda tað vera løgið, at vit vilja giftast, tá vit bara hava verið saman í eitt ár, hava ikki búð saman og ei heldur verið saman seksuelt, men vit hava tann hugburðin, at so leingi mann tosar saman um tingini, so skal tað nokk ganga, sigur Jónhild.

- Hatta har við at vit ikki hava búð saman og tí ikki kenna trupulleikarnar í gerandisdegnum, kunnu vit ikki brúka til nakað. Til dømis ivist eg ikki í, at eg fari at fáa skeld, tí eg ikki ruddi nóg nógv, men hasi tingini eri eg fyrireikaður upp á. Tað koma ivaleyst støður, har vit eru ósamd men so tosa vit um tað og taka tað harfrá, sigur Tórur.

Tann 19. Apríl skulu tey giftast, og tað er ein dagur, tey leingi hava glett seg til. At tey tá eisini kunnu vera saman seksuelt er tó ikki tað, sum stendur fremst í huganum, hóast tey hugsa um tað.

- Eg havi vinmenn, sum eru giftir og eiga børn, og teir siga allir, at sex fyrstu ferð er løgið, og tú dugir ikki serliga væl. Men soleiðis er tað bara. Tað góða er, at riggar tað ikki ein dag, so veit mann, at tað koma fleiri aðrir dagar, sigur Tórur, og Jónhild leggur afturat:

- Onkur hevur sagt við meg, hvat nú um tit ikki passa saman. Men ein maður fortaldi mær einaferð, at so leingi tað er ein genta og ein drongur, so passar mann saman. Tann útsøgnin passar ivaleyst, sigur Jónhild.

Tá tey eru gift, er ætlanin at flyta í íbúð saman. Eftir summarfrítíðina fara tey til Danmarkar at búgva, tá Tórur skal taka seinasta partin av útbúgvingini sum grannskoðari. Ein tíð tey gleða seg til.

- Tað verður suverent! Og tað verður deiligt ikki at skula fara frá hvørjum øðrum hvørt kvøld, sigur Jónhild.