– Tað hevur gingið væl við koppsetingini í Føroyum

Nýggj støðulýsing er gjørd, sum lýsir gongdina við koppsetingini í Føroyum

Síðan 30. desember 2020 eru tilsamans 5.355 fólk koppsett í Føroyum. 4.134 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 1.221 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og hesi eru sostatt liðugt koppsett. 

Nú er ein støðulýsing gjørd av, hvussu tað hevur gingið við koppsetingini higartil. Har verður m.a. tikið soleiðis samanum:

– Tað hevur yvirhøvur gingið væl við koppsetingini í Føroyum. Samanumtikið hevur koppsetingin gingið skjótt, undirtøkan hevur verið sera góð og gagnnýtslan av koppingarevni hevur verið høg, stendur skrivað í støðulýsingini.

Hesa fyrstu tíðina hevur dentur verið lagdur á at koppseta heilsu- og røktarstarvsfólk, búfólk á ellis- og røktarheimum og sjúklingar í serligum vandabólkum og avvarðandi teirra. Hetta eru tey, sum eru í bólkunum 1, 2, 3 og 4 í koppsetingarætlanini, sum serligi COVID-19 koppsetingarbólkurin undir landsstýrismanninum í heilsumálum hevur gjørt.

Í støðulýsingini verður eisini tikið saman um óvissuna um veitingar av koppingarevni:

– Ávís óvissa hevur verið um veitingarnar av koppingarevni, og tað hevur havt við sær, at koppsetingarætlanin varð tillagað eitt vet herfyri, og avgerð tikin um, at næstu sendingarnar av koppingarevni skulu brúkast til endurkoppsetingar. Talan er tó í stóran mun um seinkingar í sendingunum.

Í løtuni bendir nógv á, sambært koppsetingarætlanini og støðulýsingini, at øll í Føroyum (sum tola at blíva koppsett) verða liðugt koppsett um mánaðarskiftið juni-juli í 2021.

Tað hevur annars verið ein steðgur í koppsetingunum síðani 9. februar, meðan bíðað verður eftir nýggjari sending av koppingarevni.

– Væntandi kemur nýggj sending til Føroyar í hesi vikuni, og koppsetingin verður tikin uppaftur skjótast gjørligt.