Tá hugflogið fær veingir

Mikkalina Norðberg gjørdist ársins íverksetari. Hon gloymir tíð og stað, tá hon fær eitt gott hugskot.

 

Hoyr samrøðu við Mikkalinu Norðberg her

Tá hugskotið fær veingir gloymir hon tíð og stað.

- Eg eri djúpt forelskað í at arbeiða við glasinum - tað er ein sterk drívmegi. Eg kann seta meg niður klokkan tvey, og tá eg hyggi aftur at klokkuni, er hon sjey og eg havi ikki varnast at tíðin er gingin, sigur Mikkalina Norðberg.


Hon kann liva av at gera glas, og tað er ein sannur framíhjárættur, og als ikki nakað hon tekur fyri givi, sigur hon.

Hoyr samrøðina við ársins íverksetara Mikkalinu Norðberg við at trýsta á pílin undir myndini.