Tað ið Hvalvíkarprestur skuldi havt gjørt

Tað ið Mogens Tilsted Christensen skuldi havt gjørt, var at skriva lesarabrævið, hann hevði í blaðinum 23.des., sum ein sang, heldur Dávid í Lág

Dávid í Lág



So hevði hann nokk ikki blivið meldaður av trimum havnarockarum. Hetta skuldu teir vitað, tí teir blíva sjálvir ongantíð meldaðir fyri nakað, sum teir hava sagt ella skrivað. Kunsturin er, at bara tað verður skrivað í einum sangi, og sungið saman við einum lagi, so verður man ikki meldaður til politiið. Tað mundu vera tey flestu sum smíltust og ristu við høvdinum, tá tey hoyrdu, hvør hevði meldað prestin í Hvalvík... »Og tað skulu teir siga!!«
Eg havi valt, at hendan greinin er ein sangur, ið eg skrivi. Finn sjálv/ur eitt lag til, so kann ongin melda meg, tað er ongin ivi!
Tá ið so ein prestur skrivar eina grein, har hann rósar løgtinginum fyri at siga nei til at broyta revsulógina, og einastanist í grein síni sigur, at eftir hansara fatan skuldu hvørki samkynd ella pedofilar sloppið at verið lærarar í fólkaskúlanum ella arbeiða á dagstovnum, ja so verður hann meldaður. Meldaður fyri hvat? Fyri at siga sína hugsan?
Sjálvur takið eg fult undir við tí, sum Mogens Tilsted Christensen skrivaði 23. desember. Eg haldi heldur ikki, at samkynd ella pedofil skulu sleppa at undirvísa í fólkaskúlanum. Eg meini, at samkynd ikki skulu sleppa at undirvísa eitt nú í kristni, tí hetta er eftir mínari meting 200% mótsigandi og heilt burturvið. Eg kundi hugsað mær at spurt:
Vildu vit givið einum mus­limi loyvi at undirvíst í kristni í tí føroyska fólka­skúlanum? Eg rokni ikki við tí, tí úr hesum hevði nokk ikki nakað gott komið burtur úr. Men so høvdu vit diskriminerað viðkomandi muslim! Og tað er ólóligt sambært revsulógini. Man skal bara brúka peruna eitt sindur fyri at taka tí røttu avgerðina.
Eg havi hoyrt um dømi, har lærarar, ið koma frá brøðra­samkomuni, ikki sleppa at undirvísa í kristni í tí føroyska fólkaskúlanum, og kann hetta als ikki góð­takast. Hetta eru jú trúgv­andi/kristin fólk. Skulu vit so ikki eisini hava eina grundlógarbroyting, sum verjir brøðrasamkomuna? Og sum eg havi skrivað fyrr, so haldi er als ikki, at tað er so synd í teimum samkyndu. Tey hava tað eins gott, sum vit sum ikki kalla okkum samkynd. Hvat so um tað falla nøkur orð, tað munu tey fleystu nokk uppliva!
Eg ynski at takka teimum løgtingsmonnum, sum stemmaðu ímóti hesum lóg­ar­­uppskoti at broyta revsu­lógina. Hetta vísur bert, at Føroya fólk hevur sagt nei til eina slíka lógarbroyting. Og til endans eina tøkk til Mogens Tilsted Christensen fyri eina avbera góða grein.
[email protected]