Tá ið endarnir ikki røkka!

Grækarismessa hevur júst verið og er tjóðfuglur okkara tjaldrið komið heldur buldursliga heim á hesum sinni, hetta er tíðin, har vit fáa longri og ljósari dagar, vatnkranin, sum hevur oyst niður á okkum allan vetur byrjar spakuliga at sløkkna, og sólin og hitin byrja at gera um seg.

 

Hetta er eisini tíðin, har nógvur ungdómur í hópatali skal søkja inn á sína útbúgving, sum skal tryggja, at vit hava góð og dugnalig fólk at taka við og bera okkara samfelag víðari og vónandi til tað betra.

 

Møguleikarnir eru ikk smávegis nú vit skriva ár 2015 og sigast kann, at heimurin er veruliga opin fyri teimum ungu og er eisini hørð kapping um hesu góðu fólk, tí londini vita, at hetta er framtíðin, men hvussu klárar Føroyar seg í øllum hesum?

 

Nevnast skal, at ongantið áður hava so mong lisið í Føroyum, og hava vit eisini sera góðar og gevandi lærarar, sum gera sítt besta fyri, at tann lesandi kann mennast, men har er altíð eitt men!

 

Lestrarstuðulin til lesandi á hægri útbúgvingum, útibúgvandi og forsyrgjarum er alt annað enn nøktandi í verandi løtu og kann ein ikki liva einans av hesum 3815 kr, sum studni letur, tí skal ein hava nakað at búgva í, skúlabøkur, klæði á kroppin og mat í munnin, so letur tað seg als ikki gera.

 

Kostnaðurin at liva í føroyska samfelagnum er høgur, og kostar ein vanlig íbúð um 5000 kr um mánaðin. Skúlabøkur liggja frá 200-500 kr pr bók, og ein til  tveir posar av innkeypi um tær 300-500 kr + meira, rættari sagt, so er tað ikki livandi uttan góða familju og nógv arbeiði við síðurnar av.

 

Har eru nógv dømi uppá støk og helst forsyrgjarar, sum fegin hava vilja fingið sína útbúgving í Føroyum, men hava verið noydd at leita aðrar leiðir, vegna tann høga livikostnaðan og lága lestrarstuðulin, hetta tíverri tí Danmark kann bjóða lágan livikostnað, hægri studning (5908 kr), og “boligstøtte”.

 

Tíðin er komin, har vit vísa, at vit vilja geva góð kór til tann lesandi, eisini til tann lesandi, sum ikki hevur familjuna at dúva uppá, tíðin er farin frá, at vit dríva lættisópapolitikk, við fokus á bíligari parfumu, tí parfuma er ikki tað, sum ger tað lættari at vera føroyingur, men er tað bíligari gerandisvørur og umstøður, sum byggja land.

 

Latið okkum geva ein lestrarstuðul til tær hægri útbúgvingarnar, forsyrgjarnar og tey útibúgvandi, soleiðis at vit ikki einans rúma nøkrum fáum, men øllum, sum ynskja at lesa í Føroyum.

 

John av Reyni