Tað kókar í Fuglafirði

Vodafonedeildin - Tá ið HB sunnudagin hevur møguleika at leggja lunnar undir enn eitt FM heiti, hava fuglfirðingar møguleika fyri fyrstu ferð at lata dyrnar upp fyri sær sjálvum út í Europa

Tá ið HB sunnudagin fer norður til Fuglafjarðar, verður setningurin at vinna og harvið undan síðsta um­fari at telva seg í eina fína støðu, sum kann bera við sær, at HB á heimavølli um eina viku í granna­uppgerð ímóti B36 kann endurvinna FM heitið.
Endin á hesum kappingarárinum fær næstan ikki verið betri hjá HB, sum við fýra stigum í tveimum dystum kann tryggja sær 21. FM heitið, eftir at tað inntil fyri íkki so nógv­um vikum síðani ikki sá so bjart út.
– Hetta verður ein lykladystur. Vit skulu í hvussu so er hava fýra stig burturúr tveimum teimum seinastu umførunum, staðfestir HB vete­ranurin Andrew av Fløtum.
Og hvussu verður?
– Hjá okkum ræður um at foku­sera á stóru avbjóðingina, nú fleiri spælarar hava verið burtur frá venjing, tí teir hava verið upptiknir av landsliðnum. Úrslitið var gott týskvøldið, men nú er neyðugt at sleppa tí avrikinum og fult og heilt at savna seg um avbjóðingina í Fugla­firði. Har hava vit altíð havt tað torført. Vøllurin er smalur og kom­paktur, og harvið eru um­støð­urnar heilt øðrvísi, enn tær eru á okk­ara heimavølli, sigur Andrew av Fløtum.

Fara eftir øllum
Hjá ÍF hevur kappingarárið verið betri, enn tað ofta hevur hilnast hjá fuglfirðingum, sum ikki so sjáldan hava havt hóttanina av niðurflyting hangandi yvir sær. Men myrki skuggin av taptu steypafinaluni hongur yvir ÍF, og nú er tað greitt, at tað er eingin møguleiki at vinna heiðurs­merkir.
Kortini hava Abraham Løkin og hansara menn nógv at spæla fyri. ÍF hevur ongantíð áður luttikið í europeisku kappingunum. Euro­peisku atgongumerkini hómast fram­vegis í sjónar­ringinum, og um tað skal eydnast ÍF at sleppa upp í part í dreyma­landinum, so er fyrsta treytin, at ÍF vinnur fulla úr­tøku ímóti HB. Harvið verður sann­líkið størri fyri, at FM heitið ikki endar í Gundadali, men norðuri við Margáir. Um tað verður úrslitið, so fær ÍF europeisk atgongumerki sum tapari í steypafinaluni.
Tað er hetta roknistykkið, sum fuglfirðingar vilja hava at ganga upp, og tí er einki at siga til, at tað prutlar í Fuglafirði, har teir í ár hava góðar royndir á heimavølli ímóti HB. Í 8. umfari, sum var 16. mai, vann ÍF heimadystin ímóti HB 2-1. Øssur Dalbúð og Andy Olsen skor­aðu fyri heimaliðið, sum var greitt omaná, inntil Rógvi Poulsen eitt korter undan leikloki minkaði um munin, og so var tað heilt spenn­andi síðsta korterið.
– Vit vunnu fyrra dystin í ár, og seinna dystin í fjør á heimavølli ímóti HB vunnu vit 3-0. Tí halda vit okk­um hava takið á teimum her norð­uri, og vit fara eftir sigrinum hesa ferð, sigur ÍF toppskjúttin Øssur Dalbúð.

ÍF vant uttan venjaran
Hjá ÍF stendur tað væl til við fólki undan lyklauppgerðini. Allir spælararnir eru tøkir. Eisini mið­verjin Poul Ennigarð, sum varð burturstaddur seinast.
Í fyrireikingunum tvær tær seinastu vikurnar hevur tað verið ein fyrimunur, at eingin ÍF spælari hevur verið burturstaddur í lands­liðsørindum.
ÍF venjarin, Abraham Løkin, hevur ábyrgdina av U-19 lands­liðnum, og fyri Abraham og ÍF hevur tað sjálvandi ikki verið opti­malt, at venjarin seinastu stóru vikuna hevur verið í Letlandi. Hjálparvenjarin, Torkil Hansen, hevur staðið fyri venjingunum í Fuglafirði. Abraham Løkin vænt­aðist at vera aftur á vøllinum í Fløtugerði í kvøld.

HB haltar
Skaðalistin er langur undan hvørjum umfari, men tað plagar at hiln­ast væl við fólki hjá HB, tá ið tað stendur á.
Síðuspælararnir Rógvi Poulsen og Símun Samuelsen hava verið sera týdningarmiklir í ár. Símun Samuelsen var væl upplagdur týskvøldið á Svangaskarði. Spenn­ingurin í HB er nú, um hann verður førur fyri at spæla í Fuglafirði. Tað er hælsinan, sum tað er galið við.
Rógvi Poulsen hevur ikki vant saman við hinum tvær tær sein­astu vikurnar. Hann hevur runn­ið fyri seg sjálvan, men teir vóna tað besta.
Umframt Símun hava Fróði Benja­minsen, Hendrik Rubeksen og Tórður Thomsen verið upp­tiknir av landsliðnum. Fróði og Hendrik fara at spæla sunnu­dagin. Um Tórður Thomsen verð­ur millum stólparnar er meiri ivasamt. Tá ið hann var sjúkur her­fyri, setti Julian Hansen Marcin Dawid í málið, og hann hev­ur staðið seg væl.
[email protected]