Tað kann fáa bilførarar at hvøkka við

Løgreglan hevur tosað við fleiri ungar dreingir og teir skiltu álvaran í tí

Í fekk løgreglan nakrar fráboðanir um, at børn kastaðu kavabløk eftir bilum, sum komu koyrandi framvið Løgreglan sigur, at hetta er vandamikið spæl, tí tað kann fáa bilførarar at hvøkka við og at snara brádliga undan, ella okkurt sovorðið, og so kann skaði standast av.

Løgreglan sigur, at tey hava tosað við nakrar ungar dreingir í Klaksvík og í Havn um trupulleikan. Tey siga, at dreingirnir vóru skilagóðir at tosa við, og skiltu álvaran í tí, tá ið løgreglufólkini greiddu teimum frá tí.

Annars er tað framvegis hált, men ferðslan hevur gingið væl. Men løgreglan sigur, at ein bilur fór út av á landsvegnum í Kambsdali í gjár. Tað varð boðað frá tí einar fýra tímar eftir at tað var hent og løgreglan hevur tikið blóðroynd av bilføraranum fyri at vita, um rúsdrekka var uppi í.

Tað er eftir seks tíma regluni, sum sigur, at er ein bilførari uppi í einum óhappi, og verður tikin við rúsdrekka í blóðinum upp til seks tímar aftan á, verður tað tikið sum um at hann var ávirkaður, tá ið óhappið hendi.

Í Havnini varð eisini ringt til løgregluna at boða frá herverki á ein bil við tað, at bakrúturin var brotnaður.