- Tað kann ikki blíva betur

Tá Vígdis trínur á pallin í Kan Du Danse? eru sjónvarpstólini gloymd og alt fokus í salinum er á teg
- Meira kanst tú ikki forlanga!, sigur føroyska dansikvinnan, ið hóskvøldið megnaði at koma víðari til næstseinasta umfarið í kappingini.

Dansur

Vígdis Hentze Olsen dansaði aftur saman við Suad í Kan Du Danse? hóskvøldið, tey royndu seg innan jitterbug og locking. Hetta gekk væl - men ikki nóg væl, tí vórðu tey millum pørini, ið vóru í vanda fyri at verða send heim. Tá avtornaði varð tað tó Charlotte og Steffen F., ið vórðu send heim, meðan Vígdis og Suad hildu fram.

Sera strævin vika
Seinasta vikan hevur verið sera strævin fyri dansararnir. Tey skuldu hesaferð dansa tvær ymiskar dansir, og sostatt læra tvær heilar koreografiir. Fyri Vígdis og Suad gjørdist vikan uppaftur strævnari, tí talan var um tveir dansir, ið tey nærum ongar royndir høvdu í.
- At bæði eru óroynd ger, at tú ongan hevur at lena teg upp ímóti. Men tað kann eisini vera gott. Tí so væntar fólk ikki okkurt serligt av tær, greiðir Vígdis frá.
Fyrri dansurin var jitterbug. Hetta slagið av pardansi verður roknað sum nakað av tí, ið Vígdis er veikast í. Hetta var eisini hennara fyrsta roynd við pardansi í kappingini.
- Jitterbug er ein øgiliga glaður dansur. Tí gleðina kundi eg brúka í framførsluni, sigur Vígdis, ið hoppaði og varð kastað gjøgnum luftina undir framførsluni, ið dómsnevndini dámdi stak væl.
Seinna dansigreinin, Locking er ein gamal stílur innan street. Vígdis og Suad hava fingið eina smakksroynd av locking á sama dansiskúla fyri nøkrum árum síðan, men hvørgin teirra dámdi ella dugdi dansin tá. Framførslan var tó góð, hóast dómsnevndin saknaði eitt sindur av yvirskoti, serliga frá Vígdis, ið eisini var eitt sindur ov “hugsað” í framførsluni.

Tú kanst ikki forlanga meira
Hóskvøldið var fimtu ferð, at Vígdis luttók í eini beinleiðis sending av Kan Du Danse? Men hvussu kennist tað, løtuna áðrenn tú skalt á pallin at dansa fyri einum fullum sali av áskoðarum og fyri nógvum, nógvum túsund sjónvarpshyggjarum?
- Tað er ordiliga skeg, tú ert pumpað og spent eftir at sleppa at vísa, hvat tú dugir. Men samstundis so veitst tú, at fólk, sum tú kennir, hyggur. So tú følir teg eitt sindur undir pressi. Tú hugsar: eri eg nóg góð? greiðir Vígdis frá og heldur fram.
- Tí stuttu løtuna tú ert á pallinum, hugsar tú slettis ikki um, at tú ert í sjónvarpinum. Tá snýr alt seg um teg. Tað kann ikki blíva betur. Alt fokus í salinum er á teg, og meira kanst tú ikki forlanga, sigur Vígdis.

Gevur tær okkurt at arbeiða við
- Tað er eisini gott, at tú fært respons frá dómarunum uppá dansin. Bæði tær jaligu og neiligu viðmerkingarnar eru góðar. Tað gevur tær okkurt at arbeiða við til næstu ferð. Av tí, at hetta er í sjónvarpinum, fáa vit nógvan respons, m.a. frá øðrum professionellum dansarum. Tá er eisini týdningarmikið at líta á seg sjálvan og tað, sum man ger, sigur Vígdis.

Ein serligur møguleiki
Í hvørjari sending verða nøkur pør send beinleiðis víðari, meðan tey, ið hava havt veikastu framførslurnar skulu kappast sum einstaklingar. Vígdis sigur, at hon hvørja ferð er líka nervøs, meðan hon bíðar eftir avgerðini.
Vígdis er 3 ferðir komin beint víðari.
- Tað kennist, sum ein lætti. Tú veitst, at tú sleppur í næstu sending, og tað er gott. Men samstundis heldur hon ikki, at tað at vera í vanda, bara er ringt.
- Tá sleppur tú at framføra einsamøll á pallinum, tú ert heilt einsamøll í fokus og sleppur at vísa tað, sum tú ert best til í sjónvarpinum. Hvussu nógvir dansarar sleppa at hava allan pallin fyri seg sjálvan beinleiðis í sjónvarpinum? Spyr Vígdis og heldur fram
- Eg haldi, at hini, sum eru við, eru ordiliga dugnalig. Tí er ikki so snedigt at enda í vanda. Øll sum eru við hava uppiborið at vinna, sigur Vígdis.

Ein stór uppliving
Vígdis viðgongur, at huglagið er broytt nakað millum luttakararnar, nú kappingin líður móti endanum.
- Hetta er sum í øllum kappingum. Tá tú nærkast finaluni broytist stemningurin eitt sindur, sigur Vígdis, ið sjálv roynir at halda høvdið kalt og taka hetta sum eina uppliving.
Fyri Vígdis hevur hetta verið ein góð uppliving. Hennara mál at royna nógvar ymiskar dansigreinir er rokkið. Eg havi fingið eina heilt aðra respekt fyri øðrum sløgum av dansi. Sovorðið sum sær heilt lætt út, er ofta nógv sverari, enn tú heldur. Men samstundis so havi eg lært, at tað ber til at læra okkurt heilt nýtt uppá stutta tíð.

Hevur skapt møguleikar fyri arbeiði
Luttøkan hevur eisini skapt nógv sambond innan ídnaðin, og okkurt av hesum fer væntandi at geva arbeiði av sær, sigur Vígdis.
- Øll sum fáast við dans hyggja at hesum sendingunum og kunnu ikki lata verða við at síggja teg, tí tú ert í fokus.
Vígdis hevur verið rættiliga fitt í miðlunum m.a. í BT og í The Voice, hetta heldur hon vera stuttligt. Hon hevur verið nógv upptikin seinastu tíðina, tí hevur hon ikki verið nógv úti millum fólk, men hon hevur upplivað, at fólk kenna hana aftur, t.d. tá hon keypir inn. Hetta heldur hon bara vera skeg
Enn gongur so í minsta lagið ein vika, áðrenn Vígdis fær tíð til at ganga alt ov nógv úti og mala millum fólk.