6-MANNAFØR MENN
Eingin ivi var um tað. Í ongari kapping á Fuglafirði leygardagin var intensiteturin og spenningurin so stórur, sum hann var tað, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust á 1500 metrum. Gongurólvur var fyrstur um málið. Harvið settu teir í Havnar Róðrarfelag seg aftur á fremsta plássið, sum grannarnir í Jarnbardi hjá Róðrarfelagnum Knørri høvdu tikið á Jóansøku.
Men talan var um framúr kapping og spenning. Á málinum var fjarstøðan millum nummar eitt og nummar trý bara 17/25 av einum sekundi!
Tað er sjáldan, at tað í sjálvum endaspurtinum skiftir so nógv. Onkra løtuna var Gongurólvur afturi á hálvum Sølmundi, so skifti og Jarnbardur var fremstur, og so var tað Gongurólvur, sum átti munin, og á málinum var so at siga eingin munur. Men tann munurin, sum var, var Gongurólvi til fyrimunar.
Avrikini tær seinastu ferðirnar hava víst, at tað ivaleyst eisini tær næstu ferðirnar fer at verða stórur spenningur um úrslitið. Sølmundur hekk eftir í startinum í Hósvík. Í øllum hinum kappingunum hevur hann verið væl við. Onga ferðina hevur hann verið so tætt at næstfremsta og fremsta plássinum, sum hann var tað leyardagin, og tað átti at givið teimum blóð á tonna undan kappingini, sum leygardagin verður á Skála.
Vinnaratíðin hjá Gongurólvi var tann næstbesta, sum nakrantíð er fyrikomin í kappingini millum 6-mannafør á Fuglafirði. Hvessingur, sum við átta FM heitum hevur vunnið fleiri meistaraskap enn nakar annar í hesi kappingini, eigur bestu vinnaratíðina. Hon stavar frá 1981 og var 7.08.50 ella hálvt triðja sekund betri enn tíðin hjá Gongurólvi, 7.11.00, var hesa ferð.
Hósvíkingar royndu seg fyri fyrstu ferð í nýggja bátinum. Hann var ikki klárur at flota fyrrenn leygarmorgunin. Teir høvdu tískil ikki vant í honum. Tað eydnaðist Hósvíkingi at vinna fyrsta stigið í hesum kappingarárinum, og leygardagin fæst at síggja, um teir fara at megna at gera nakrar skreytir í nýggja bátinum.
Strálan var greitt nummar fýra og vann harvið á Sundabátinum, sum var bragdligur í startspurtinum, men sum síðani datt longri aftur í feltið.
Úrslit
1Gongurólvur07:11.00
2Jarnbardur07:11.06
3Sølmundur07:11.17
4Strálan07:14.23
5Sundabáturin07:19.01
6Hósvíkingur07:21.00
7Páll Fangi07:26.23
8Smyril07:27.01
9Stjørnan07:31.06
10Lómur07:42.01
11Fuglfirðingur07:42.22