Fótbóltur
Tað er skjótt hvønn vegin í fótbólti. Fyri viku síðani hingu teir í NSÍ við høvdinum, eftir at teirra avrik í Klaksvík ikki hevði verið nakað at rópa hurra fyri, og teir høvdu tapt 2-0. Hvørki í B36 ella HB vóru teir ovurfegnir um, at lokaluppgerðin í Gundadali var endað 1-1.
Fyri viku síðani stórfegnaðust teir í Klaksvík um sannførandi avrik og trivaligan sigur á NSÍ, í EB/Streymi fegnaðust teir um, at teirra lið var einsamalt á odda við fullari úrtøku, og á Skála var barometrið í botni, eftir at eingin úrtøka var fingin burturúr fýra teimum fyrstu umførunum, og teir einki høvdu fingið burturúr heimadysti ímóti uppflytarunum av Argjum.
Eftir fimta umfar hava lágtrýstini og hátrýstini skift pláss. Sjálvandi ætlaðu teir á Argjum, at tað eftir kærkomna sigurin á Skála skuldi eydnast at fáa fulla úrtøku á heimavølli ímóti B71, sum teir í fjør fluttu upp saman við, og sum teir í fjør høvdu gott tak á.
B71 er útivøllarlið
Tað eydnaðist ikki AB at fáa nakað burturúr. Fyri triðju ferð av trimum møguligum fór B71 suður um Skopunarfjørð við stigum í viðførinum. Kappingarárið er framvegis langt, men góðu avrikini hjá B71 á útivølli kundu boðað frá, at sandoyingar ikki fara at enda niðanfyri strikuna. Úrslitið sunnudagin bendir eisini á, at tað verður strevið hjá AB at halda tørn í Formuladeildini.
Við Løkin í Runavík er sigarføringin aftur høg. Dreymarnir um, at tað í 50. árinum skal eydnast at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð, fluttu seg nærri veruleikanum sunnudagin, tá ið NSÍ eftir tógvið stríð fyrstu fimmti minuttirnar við væl upplagda Andersson á odda smurdi VB/Sumba av.
Havnarfeløgini á kósina
Tað verður rættuliga lagt til merkis, tá ið feløgini í Gundadali ikki fáa fulla úrtøku. Soleiðis hevur verið síðstu vikurnar, men hesa ferð var øðrvísi. Ella kundu vit sagt, at hesa ferð gekk, sum tað plagar at vera. Bæði B36 og HB fingu fult. B36 er ikki langt frá toppinum, og um meistararnir í HB nú koma í sama stima, sum teir í fjør leingi vóru í, so fara tað ikki at ganga nógvar vikur, áðrenn HB fer at bjóða oddaliðunum av.
Tveir av taparunum hesa ferð vóru EB/Streymur og KÍ. Sunnudagin fara hesi bæði at dystast í Klaksvík. Tey í EB/Streymi hava sjálvandi ikki gloymt, at besta avrikið hjá klaksvíkingum í fjør var, tá ið teir í 27. og síðsta umfari á Mølini á Eiði vunnu 1-0 og harvið so at siga vóru orsøk til, at EB/Streymur sunnudagin ikki kann kalla seg meistara, tá ið teir fara til Klaksvíkar.
Tey í felagsliðnum vita sjálvandi eisini, at tað ikki ikki fær KÍ, sum í oktober spældi FM heitið av Mølini og suður í Gundadal. EB/Streymur hevði gummibein, og sunnudagin fæst í 6. umfari at síggja, um klaksvíkingar ella tey í Sundalagnum nú verða omaná.
Áðrenn KÍ fær vitjan av EB/Streymi, skulu klaksvíkingar til Gøtu at spæla útsettu fjórðingsfinaluna í steypakappingini. GÍ avrikið á heimavølli ímóti Skála og KÍ avrikið í Gundadali sunnudagin kundu bent á, at GÍ og KÍ høvdu fokus á týdningarmiklu grannauppgerðini í kappingini um Løgmanssteypið, sum verður í Sarpugerði mikudagin, ið er flaggdagur og harvið frídagur hjá nógvum.
Skála á talvuna
VB/Sumba legði fjórða vikuskifti á rað rygg til tap. Suðuroyarliðið datt harvið nærri botninum. Men tað var hugaligt at staðfesta, at VB/Sumba ikki gróv seg niður, men leyp á og tvær ferðir kløkkaði meistarabiðlarnar við Løkin. Sunnudagin fer Skála at vitja á Vágseiði.
Eftir fimta umfar er tað trongligari millum topp og botn, enn tað var fyri viku síðani. Tað kann væl vera, at tað eftir 6. umfarið, sum verður um eina viku, fer at verða uppaftur trongligari. Tá sær skráin soleiðis út: B36-AB, KÍ-EB/Streymur, HB-NSÍ, B71-GÍ og VB/Sumba-Skála.
Fyri viku síðani varð í hesum teiginum nevnt, at Skála venjarin mundi vera størsti favoritturin at fáa fyrsta sekkin í hesum kappingarárinum. Tað er Skála venjarin ikki longur, tí sama kvøldið, sum blaðið var komið út, fekk Dragan Kovacevic sekkin. Um HB ikki hevði havt fingið fulla úrtøku ímóti KÍ, hevði tað verið lættari eftir fimta umfarið at spátt um, hvør hevði verið favorittur at fingið næsta venjarasekkin, enn tað nú er tað!