Tað kann verða so skjótt

? Vit eru noydd at blíva við og blíva við at ávara um vandan í ferðsluni. Tað er so ótrúliga lætt at gloyma, hvussu skjótt tað í veruleikanum kann verða at koma út fyri eini vanlukku. Tað er bert at traðka eitt sindur á speedaran, og áðrenn tú veist av, hevur tú gjørt av við onkran, sigur Rúna Sivertsen, forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. ? Tí er hesin dagurin ein góð áminning til okkum øll, um at vísa størri varsemi á vegunum, heldur hon

Á Ráðnum fyri Ferðslutrygd eru tey ógvuliga glað um, at dagur teirra, sum eru farin í ferðsluni, verður tikin í so stórum álvara.
? Okkara mál er null-hugsjónin, og vit halda avgjørt, at hesin dagurin er ein góð áminning til fólk um, hvussu vandamikil ferðslan kann vera. Hann minnir fólk á, hvussu lítið í grundini skal til. Tað er bara at traðka á speedaran eina lítla løtu, og áðrenn tú veist av hevur tú gjørt av við onkran -ella teg sjálvan, sigur Rúna Sivertsen, forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Hon sigur, at við null-hugsjónini ætla tey at fáa fólk at hugsa seg um, táið tey ferðast í ferðsluni.
? Tað fara altíð at verða ferðsluvanlukkur. Summar fært tú heilt einfalt einki gjørt við, tí eingin hevur skyldina, sum so. Tað, sum vit miðja eftir, er at forða teimum vanlukkum, sum henda av ósketni. Av ov nógvari ferð, rúsdrekka ella onkrum tílíkum. Hetta eru alt ting, ið kunnu og mugu broytast, heldur hon. ? Tað snýr seg um hugburð. Hyggja vit eitt sindur aftur í tíðina, síggja vit, at deyðstølini í ferðsluni vóru nógv størri fyrr, enn tey eru nú. Eg trúgvi, at lógin um trygdarbelti hevur havt sína ávirkan. Men hugburðurin er eisini broyttur. T.d. táið tað kemur til rúsdrekka. Flestu fólk lata nú bilin standa, um tey smakka sær á. Eisini um tey bara fáa sær eitt glas av víni, sigur Rúna.

Dagur teirra, ið eru farin í ferðsluni
Í ár er tað 5. ferð, at minningardagurin verður hildin. Tað er Ingi Gunnarson, ið sjálvboðin er primus motor í tiltakinum.
Einaferð koyrdi hann einsamallur í bili, á veg til Havnar. Onkursvegna fór hann útav vegnum, og visti ikki til sín, fyrr enn hann vaknaði á sjúkrahúsinum. Síðani henda tilburðin, hevur Ingi livað við varandi meininum, hann fekk. Hendingin gjørdi, at hann tók stig til minningardag teirra, ið farast í ferðsluni, og hann ger alt tað praktiska arbeiði í samband við dagin. Hjálp og stuðul fær hann frá Ferðslutrygd.
? Vit geva okkum ikki far um hvussu álvarsom ferðslan í veruleikanum er, sigur Rúna. ?Vit eru øll bundin av henni, óansæð um vit hava koyrikort ella ikki, men vit hava so lætt við at gloyma vandan, sum allatíðina lúrir, um vit bert eru óansin eitt lítið bil.
Táið kjakið um hendan minningardagin var frammi fyri fimm árum síðani, vóru tað ikki øll, ið hildu henda minningardagin vera eitt gott hugskot. Fleiri førdu fram, at ein slíkur dagur fór at virka sum salt í sárið hjá teimum avvarandi, ið hava mist ein kæran í ferðsluni. At teimum ikki tørvaði ein dag, har alt landið minti tey á teirra sorg. Men hetta hevur Rúna einki merkt til.
-? Eg havi ikki hoyrt um nakran avvarandi, sum upplivir hendan dagin soleiðis. Tvørturímóti haldi eg, at dagurin er tann besta áminningin, sum hini ungu kunnu fáa. Tað er veruliga neyðugt at minna ungdómin á hvussu álvarsamt og forferdiligt hetta er. At koyra framvið blómunum, kransunum og krossunum, sum liggja framvið vegjaðaran, hevur eina stóra ávirkan á øll. Man fær ein klump í búkin og man sær hvussu skjótt alt kann verða yvirstaðið, greiðir Rúna frá.
? Enn er dagurin ikki vorðin almennur minningardagur, men tað miðja vit ímóti at hann verður. Ferðslan er jú ein ógvuliga týðandi faktorur í gerandisdegnum hjá okkum øllum, og óansæð um vit vilja tað ella ei, so eru vit ein partur av ferðsluni hvørjaferð vit fara út um hurðina. Eg haldi avgjørt, at deyðsvanlukkur í ferðsluni er eitt so mikið álvarsamt evni, sum rørir eitt heilt samfelag á so stóran hátt, at tað átti at fingið ein almennan minningardag, bæði til minnis um tey, ið fóru, men eisini sum áminning til okkum sum liva, sigur Rúna.

Null-hugsjónin
Hetta er eitt hugtak, sum hevur íblástur úr Svøríki, og sum Jón Kragesteen, dagligur leiðari í Ferðslutrygd og Petur Jacob Sigvardsen, táverandi formaður, arbeiddu við. Teir skrivaðu eitt álit, sum teir lótu løgtinginum. Orðaskiftið í tinginum var sera gott og konstruktivt, og allir tinglimir tóku undir við álitinum.
? Tað var eitt orðaskiftið, sum eg var sera glað um, sigur Rúna. ? Tað var veruliga tosað um málið, og allir tinglimir sóu álvarsemið í tí. Ofta verður kjakið í tinginum bert sjóðað niður til at snúgva seg um teknikk og smálutir, men í hesum førinum kom eitt skilagott og álvarsamt kjak burturúr. Tað vóru enntá fleiri løgtingslimir, sum heittu á landstýrismannin um at seta álitið í gildi við lóg, greiðir Rúna frá. Enn er hugsjónin tó ikki samtykt á tingið, men Rúna sigur, at vit hóast tað kunnu vænta okkum onkrar broytingar í næstum.
? Mær vitandi, fer landstýrismaðurin at seta nakrar broytingar í gildi í heyst. Nøkur uppskot til broytingar eru, sum eru skjót og løtt at fremja, og hesar broytingar koma so í gildi í heyst. Onkur av broytingunum, sum lættliga kundi verið framd, er t.d. uppskotið um royndarkoyrikortið, sigur Rúna.
Null-hugsjónin gongur annars út uppá, at null fólk skulu lata lív í ferðsluni. ?Hetta fer allarhelst aldrin at lata seg gera, tí tað eru nakrar vanlukkur, ið ikki kundu verið forðaðar. Men okkara realistiska mál er, at null fólk skulu lata lív av mistøkum hjá bilføraranum. Eingin skal kunna hava skyldina, tá ið deyðsvanlukkur henda. Vit mugu broyta hugburð hvat viðvíkur ferðsluni. Meiri orðaskiftið vit fáa um evnið, størri er møguleikin at hugburðurin broytist, sigur Rúna Sivertsen at enda.