Tað kendist sum eitt frískt lot?

-Í hundrað ár hava vit livað við einum talumáli og einum skriftmáli, og gloppið ímillum hesi bæði hevur ofta verið ómetaliga stórt. So stórt, at mangur ikki hevur tímað at lisið tekst á føroyskum, -tí tað er so keðiligt. Øðrvísi við málburðinum hjá Hanusi Kamban, sum ikki er merktur av stirvnum bókmentamáli, men av ramligum og liðiligum bygdarmáli segði sjónleikarin Páll Danielsen, tá hann á samkomu fyri Hanus Kamban í Norðurlandahúsinum í farnu viku læs upp tekst, sum Jógvan Isaksen hevði skrivað

Jógvan Isaksen
?????????????

Tað kendist sum eitt frískt lot, tá ið Hanus Kamban í 1980 gav út savnið Dóttir av Proteus. Frá fyrstu søguni var tað greitt, at Føroyar høvdu fingið ein nýggjan høvund, sum ikki smæddist burtur ímillum teir frægu. Savnið var nýbrot í føroyskum bókmentum, tí tað var ikki vanligt tá - og er tað kanska ikki enn - at søgur snúðu seg um gerandisdagin hjá tilkomnum ungdómi, trilvandi sum í blindum eftir einari framtíð. Hartil vóru søgurnar væl meiri intellektuellar enn føroysk-ar søgur flestar, og tær vóru tekin um, at ein broyting var ávegis í føroyskum skaldskapi.
Og so var tað málið.
Í hundrað ár hava vit livað við einum talumáli og einum skriftmáli, og gloppið ímillum hesi bæði hevur ofta verið ómetaliga stórt. So stórt, at mangur ikki hevur tímað at lisið tekst á føroyskum, - tí tað er so keðiligt -. Øðrvísi við málburðinum hjá Hanusi Kamban, sum ikki er merktur av stirvnum bókmentamáli, men av ramligum og liðiligum bygdarmáli. Hetta gjørdu tær fyrstu týðingarnar hjá honum av angulsaksiskum bókmentum til ein stuttleika at lesa, og tú varnaðist - kanska fyri fyrstu ferð av álvara , at alt kann sigast á føroyskum, at tað ikki altíð er neyðugt at lesa eina bók í danskari týðing, um tú ikki hevur tamarhald á upprunamálinum. Hjá mongum okkkum fór ein ylur upp eftir bakinum, tá ið vit lósu søgurnar hjá Ray Bradbury á føroyskum, tí málið um somu tíð var beinrakið og sjálvsagt. Og tað er ikki hvørs mansføri her hjá okkum, har mangur roynir at brongla skriftmálið við antin at taka beint úr íslendskum ella við at smíða sjálvur. Hanus hevði kjølfestuna frá uppvøkstrinum úti í Skúvoy, og tað er hon, sum leiðir hann á beina leið.
Síðani fyrstu útgávurnar hevur Hanus latið bók eftir bók frá sær: trý stuttsøgusøvn, tvey greinasøvn, ein sjónleik, stórverkið um Janus Djurhuus, og hann er nú ávegis við ritgerð um Hans Andreas Djurhuus. Aftrat hesum hevur hann skrivað um Hjalmar Söderberg, umsett sjónleikin -Glataðu spælimenninir- eftir William Heinesen og latið Graham Greene, James Joyce, William Shakespeare og Edgar Allan Poe í føroyskan ham. Hann hevur gjørt røðir av sjónvarps- og útvarpssendingum, verið formaður í Rithøvundafelagnum og annars í mong ár umboðað felagið í ymiskum norðurlendskum nevndum, har hann hevur gjørt dygdararbeiði føroyskari bókaútgávu til frama. Hann skrivar og heldur fyrilestrar ikki bara í Norðurlondum, men eisini í Onglandi, Týsklandi, Estlandi og ivaleyst aðrastaðni við.
Tá ið tú hittir Hanus á gøtuni, so er tað kanska ikki akkurát ferð tú hugsar um. Maðurin er um somu tíð fyrikomandi, smílandi og hugsunarsamur, og hóast tú næstan beinanvegin merkir, at hann er miðvísur og ikki sørt andbráður, so er tað ikki kensluna av skundi, tú heftir á hann. Men skund hevur hann havt, og eg illteinki hann fyri, at tá ið vit onnur ikki síggja, so rennur hann og arbeiðir annars allan sólarringin runt. Hvussu kann hann annars hava havt stundir til alt, hann hevur avrikað tey seinastu 25 árini? Eg spyrji bara!