Tað kennist natúrligt at vera leiðari

Sum smádrongur reypaði hann um, at hann einaferð skuldi verða stjóri. Seinastu árini hevur hann røkt týðandi leiðsluuppgávur í BankNordik, og nú skal hann verða stjóri fyri LÍV. Vit hava hitt Johnny í Grótinum og práta um persónligu avbjóðingina við at vera leiðari, um at taka tungar avgerðir, og um fáa javnvág millum arbeiði og familjulív.

36 ára gamli Johnny í Grótinum hevur í fleiri ár havt týðandi leiðsluuppgávur í bankaheiminum. Nú skiftir hann hest til LÍV, sum BankNordik, har hann hevur starvast seinastu seks árini, hevur keypt helmingin av.

Alment byrjar hann sum stjóri á nýggjárinum, men Johnny í Grótinum er longu farin undir fyrireikingarnar á LÍV, har hann skal arbeiða saman við fráfarandi stjóranum, Tummas Eliasen, komandi tíðina.

- Tað, sum tiltalar meg nógv við hesari uppgávuni, er, at vit byggja á nakað gott. Vit hava góð starvsfólk, nógv av teimum hava verið her í nógv ár, og vit hava ein trúfastan kundaskarða, sum er bygdur upp ígjøgnum nógv ár. Hinvegin eru vit eisini á einum pensjónsmarknaði, sum serliga uttanlands er fyri stórum rembingum og broytingum, og tað verður ein avbjóðing fyri okkum at stýra fyritøkuna ígjøgnum hesar broytingartíðir, og samstundis menna fyritøkuna, so at okkara kundar merkja, at tænastan og tilboðini eru góð, sigur Johnny í Grótinum.

- Høvuðsuppgávan hjá mær í fyrstu syftu er, at bæði starvsfólkini og kundarnir hjá LÍV merkja ágóðarnar av, at tey nú eru blivin partur av einum størri fíggjarsamtaki.


Avmarka seg

Johnny í Grótinum hevur seinnu árini røkt ymiskar leiðsluuppgávur fyri BankNordik, men nú hevur hann fingið eina stóra uppgávu, sum hann skal brúka komandi árini uppá.

- Tá ið eg og Tummas Eliasen tosaðu um tað praktiska viðvíkjandi stjóraskiftinum, og vit sótu her á hornaskrivstovuni við útsýnið yvir Kongabrúnna, so segði hann við meg “her kemur tú at sita í nógv ár, so hetta skalt tú venja teg við”. Og tað er ein bryting fyri meg, tí síðani eg kom aftur í BankNordik í 2005, havi eg havt fýra ymiskar leiðsluuppgávur, men nú eri eg farin í holt við eina stóra uppgávu, sum kemur at taka fleiri ár, og tað kenni eg eisini sum nakað gott. Hetta er ein uppgáva, sum gevur meining, og har eg kann gera mun, sigur Johnny í Grótinum.

- Tað er við eyðmjúkleika, at eg taki á meg leiðsluuppgávur. At leiða er eisini eitt handverk, sum mann skal læra seg. Tað snýr seg nógv um at lurta eftir starvsfólkum og at samskifta.

- Í míni tíð í BankNordik havi eg verið leiðari fyri ymiskar bólkar av starvsfólki, sum ynskja og krevja ymiskt. Og eitt av tí, sum eg havi lært hesa tíðina, er, at mann skal ansa eftir ikki átaka sær ov nógv. Onkuntíð havi eg kent á mær, at eg havi havt ov nógvar bóltar í luftini í senn, og tað ætli eg mær at ansa eftir, tí sjálvt um eg ynski at verða við, har tað hendir, so skal eg eisini hugsa um at verða nærverandi hjá mínum starvsfólkum í tí dagliga. Tað ætli eg mær at hugsa um í hesum nýggja starvinum. Eg vil arbeiða tætt við mínum starvsfólkum og samskifti nógv við tey.

- Tað er spennandi at leiða fólk, og í banka- og pensjónsverðini snýr tað seg nógv um menniskju. Tað er tænasta, vit skulu veita, og kundin upplivir hesa tænastu ígjøgnum okkara starvsfólk. Mín leiðsluuppgáva snýr seg nógv um at fáa fólk at brúka sínar førleikar rætt og hava eina kós, sigur Johnny í Grótinum.


Trívist sum leiðari

Johnny í Grótinum kennir nógv til at hava stóra ábyrgd, hava leiðslu, arbeiða við stórum tølum og hava fólk undir sær, og tað trívist hann væl við.

- Tað verður ein lívsstílur at verða leiðari, at hava ábyrgd og skula verða tøkur 24 tímar um døgnið alla vikuna. Tað setir krøv til persónliga umhvørvið og familjuna, og tað er ein avbjóðing at fáa eina balansu millum arbeiðslív og familjulív. Eitt krevjandi leiðarastarv er eisini nakað, sum gevur mær eitt kick, gevur mær lukku, men vandin er at blíva slitin niður, og tí eg má verða tilvitaður um, at eg havi eina balansu í mínum lívi.

- Eg eri eisini eyðmjúkur mótvegis tí, at eg skal leiða eina fyritøku, har onnur fólk hava sett pengar í. Vit hava sum leiðarar og starvsfólk eina uppgávu at liva upp til tað álit, sum íleggjararnir hava givið okkum. Sum partabrævamarknaðirnir hava háttað sær seinnu árini, so er tað nakrir tolnir íleggjarar, sum vit arbeiða við, men vit síggja tað sum eina týdningarmikla uppgávu at skula skapa nøkur góð úrslit til okkara partaeigarar, sigur Johnny í Grótinum.


Smádrongurin reypaði

Higartil hevur Johnny í Grótinum verið partur av framgongdini hjá BankNordik, men hugsar hann um, at hann kann koma í meira ekstremar støður, har tað ikki gongur væl?

- BankNordik hevur havt undanvind í nógv ár, men bankin hevur eisini tikið nógvar týdningarmiklar avgerðir, tá ið stórar broytingar og órógv hava verið á fíggjarmarknaðum. Tað hevur BankNordik dugað væl og havt hepni við. Verður ikki stýrt rætt, so er vandi fyri, at tað gongur galið. Eg kenni, at vit hava eina sterka leiðslu og eina sterka nevnd í BankNordik, har eg kann fáa góðan stuðul til at taka neyðugu avgerðirnar viðvíkjandi LÍV, og eisini her í LÍV hava vit nógv starvsfólk, sum hava drúgvar royndir, og sum eru ein stór styrki fyri fyritøkuna.

Kennist tað natúrligt hjá tær at verða leiðari?

- Tað má eg bara siga ja til. Tá ið eg var smádrongur, lat pápi mín ein málingahandil upp í Klaksvík. Tá gekk eg runt og reypaði, at har skuldi eg verða stjóri ein dag. Pápi mín mátti siga við meg, at tað gongur mann ikki runt og sigur, men eftir øllum at døma hava ambitiónirnar verið har longu tá. So hetta kennist als ikki ónatúrligt.

- Tað, sum kann verða trupult við at verða leiðari, er, at tað eru stórar forvætningar til ein leiðara, og hevur tú nakað at liva upp til, so kann mann blíva skuffaður av sær sjálvum. Eg haldi ikki, at tann trupla samrøðan ella at skula skera ígjøgnum er tað truplasta hjá mær; tað er er ein partur av uppgávuni sum leiðari. Men tað kann verða strævið og ónøktandi, um eg sjálvur haldi, at eg onkuntíð ikki livi heilt upp til tað, sum eg og onnur vænta av mær sum leiðara. Men tað ræður um at kenna sínar styrkir og veikleikar,at arbeiða við tí og royna at menna seg.




****


Fakta

Navn: Johnny í Grótinum

Aldur: 36 ár

Føddur: Klaksvík

Bústaður: Tórshavn

Familja: Giftur Duritu í Grótinum. Tey eiga tvær døtur, Rebekka (10) og Mirjam (8)

Útbúgving: Cand. polit.

Starv: Frá 1. januar 2012 stjóri í LÍV



****


Fakta


Føroya Lívstrygging, sum er juridiska navnið hjá LÍV, var sett á stovn í 1967, og í 2000 varð LÍV gjørt til partafelag.


Frá ársskiftinum eiga Ognarfelagið hjá tryggingatakarunum og BankNordik hvør sína helvt av LÍV.


LÍV veitir eftirløn og lívstrygging til størsta partin av føroyska arbeiðsmarknaðinum.


35 fólk starvast hjá LÍV.