Tað koma at ganga nøkur ár

- Tá okkara verandi bilur skal endurnýggjast, er ætlanin at keypa ein el-bil ístaðin, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.

Kristina Háfoss koyrir í einum Chrysler, Town & Country frá 2005, ið brúkar bensin sum brennievni. Men, hugsar landsstýriskvinnan um at koyra grønari, kanska í einum el-bili, sum tíðin gongur?

 

- Ja, avgjørt. Framtíðin er “grøn”.  Tá okkara verandi bilur skal endurnýggjast um nøkur ár, er ætlanin at keypa ein el-bil ístaðin.

 

Spurd, nær hon væntar, at allir persónbilar í Føroyum eru el-bilar, sigur landsstýriskvinnan, at tað helst koma at ganga nøkur ár, áðrenn so verður.

 

- Men, vit eru á rættari kós, og í løtuni gongur skjótt framá, sigur landsstýriskvinnan og leggur aftrat, at landsstýrið og samgongan hava framt fleiri átøk, sum skunda undir hesa tilgongd.

 

Hon vísir á, at enn eru el-bilar og vetnisbilar nakað dýrari enn vanligir bilar. Tí hevur samgongan valt, at el-og vetnisbilar ikki rinda skrásetingargjald og heldur ikki vegskatt.

 

Landsstýriskvinnan vísir á, at tað eisini ber til at fáa afturborið tað, sum svarar til mvg-gjaldið, og sostatt eru eingi avgjøld á el-og vetnisbilum í løtuni. Hetta ger tað fíggjarliga áhugavert at ogna sær ein el-ella vetnisbil.

 

- Endamálið er, at brúkarasíðan eisini leggur um frá dálkandi akførum til “grøn” akfør, samstundis sum framleiðslan av el-orku alsamt verður grønari, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.