Í februar mánaði í ár avdúkaði hon loynidómin, sum hon hevði borið, síðani hon var barn.
Frá tí at hon var eini seks ára gomul, til hon var 15 ára gomul, misnýtti pápi hennara hana, og ikki fyrr enn í ár, nógv ár seinni, avdúkaði hon, hvat var farið fram í hennara barndómi.
Men hóast hon valdi at taka uppgerðina við pápa sín, og at tað var eyðsýnt, at tað kravdi nógv av henni sálarliga, fekk hon ongantíð nakað tilboð um hjálp frá myndugleikunum.
- Eg saknaði góða vegleiðing, tá eg kom fram við míni søgu. Tað var eingin, sum rættiliga tók sær av mær og greiddi mær frá, hvat eg skuldi gera. Onkur, sum eg kendi, ráddi mær til at fara til ein psykolog í Føroyum, men tað fekk eg einki burtur úr, sigur 24 ára gamla kvinnan, sum er av Skála.
- Eg hevði brúk fyri onkrum, sum eg kundi venda mær til og tosa við. Eitt veruligt tilboð, sum kundi hjálpa mær ávegis, men hetta fann eg ongastaðni.
Síðani hon flutti til Danmarkar fyri góðum trimum mánaðum síðani, hevur hon roynt at fingið sálarliga hjálp frá myndugleikunum, men her var eingin hjálpandi hond at heinta. Tað venda vit aftur til seinni.
Misnýtt
Fyri 18 árum síðani byrjaði tað, sum kom at seta týðulig spor á barndóminum og ungdómin hjá kvinnuni, og sum nú hevur noytt hana at byrja tilveruna næstan av nýggjum í útlegd í Danmark.
- Pápi mín byrjaði at mísnýta meg, tá eg var umleið seks ella sjey ár, og tað helt fram líka til eg var vorðin 15 ár, greiðir hon frá.
Pápin var sjómaður og var tí nógv burtur heimanífrá, men tá hann kom heim millum túrarnar, visti hon, hvat var í væntu.
- Hvørja ferð hann var heima, gjørdi hann seg inn á meg. Tí var eg rættiliga nógv úti, tá hann var í landi. Eg helt meg heilt einfalt burtur frá heiminum, tí eg vildi ikki hitta hann einsamallan, men sjálvandi noyddist eg heim fyrr ella seinni, og so endaði tað javnan við, at hann aftur misnýtti meg.
- Eg visti alla tíðina, at tað, sum hann gjørdi við meg, var skeivt, men ein orsøk til, at eg lat tað ganga í so nógv ár var helst, at hann segði við meg, at um eg segði eitt orð við nakran um tað, so skuldi hann í fongsul í seks ár. Eg billaði mær inn, at eg var góð við hann og ikki vildi hava hann í fongsul.
Segði tað fyri mammu síni
Tá hon var 15 ára gomul, tók hon seg saman og greiddi mammu síni frá, at pápin hevði misnýtt hana í nógv ár. Eftir hetta gavst pápin við at gera seg inn á hana, men mamman fór ongantíð víðari við tí, sum hon visti, og tað var eitt stórt vónbrot fyri hana.
Hon hevði væntað, at mamman fór at taka stig til eina rættiliga uppgerð við pápan, men tað kom ongantíð upp á tal. Hetta er eisini ein týðandi orsøk til, at kvinnan í dag einki samband vil hava við mammu sína. Stutt eftir hetta flutti hon heimanífrá og búsetti seg í Havn.
Kvinnan sigur, at hon var merkt av misnýtsluni sum barn og ung.
- Longu sum 10 ára gamla kendi eg meg troytta av lívinum. Eg hevði tað ikki gott, og eg var nógv fyri meg sjálva. Men eg helt fram við at halda eina fasadu mótvegis familjuni og vinum.
Hesa fasadu helt hon líka til í fjør, tá hon avgjørdi, at sannleikin skuldi fram, kosta hvat tað kosta vildi.
Tók uppgerðina
Hon hevði tosað nógv við sjeikin um tað, sum hon hevði verið ígjøgnum, og gjøgnum hesar samtalur gjørdist tað alsamt meira greitt fyri henni, at hon kundi ikki tiga misnýtsluna burtur restina av lívinum.
- Í oktober í fjør skrivaði eg mammu míni eitt bræv, har eg greiddi henni frá, at eg vildi einki hava við tey at gera longur. Eg mælti henni til at fara frá pápa mínum.
Tveir mánaðir seinni vendi hon sær til ein almennan stovn í Føroyum fyri at vita, hvussu hon skuldi fyrihalda seg. Men har fekk hon onga hjálp, tí henni varð sagt, at tað nú var ov seint at gera nakað við brotverkið.
- Eg hevði tað sera illa aftaná hetta. Eg vildi ikki góðtaka, at tað var soleiðis, og tað endaði við, at eg í eini seinastu roynd vendi mær til sjálvan fútan. Eg greiddi honum frá míni støðu, og hann var ikki í iva um, at okkurt skuldi gerast við málið. Tveir tímar eftir at eg hevði tosað við hann, ringdi ein politistur til mín og bað meg koma til avhoyringar.
Hetta var í januar í ár, og næstu tvær vikurnar kannaði løgreglan málið. Tá hesir 14 dagarnir vóru gingnir varð pápin handtikin og ákærdur.
Nógv at hugsa um
Ein mánaði skuldi ganga til rættarmálið kom fyri í Føroya Rætti, og hesin mánaðin kendist tungur at fara ígjøgnum.
- Eg hugsaði sera nógv um, hvussu rættarmálið fór at vera, hvat eg skuldi siga, og hvat eg fór at verða spurd um. Eg fekk so nógv at hugsa um, at eg gavst á HF, har eg byrjaði í august í fjør. Eg kláraði ikki at ganga í skúla, samstundis sum eg hevði alt hetta at hugsa um, sigur hon.
Eftir at hon var farin til løgregluna, sleit hon alt sambandið við familju sína. Tann dagin, tá pápin varð handtikin av løgregluni, kom mamman at vitja hana í Havn, men kvinnan vildi einki hava við hana at gera og hevur heldur ikki tosað við mammu sína síðani.
13. mars í ár kom rættarmálið fyri í Føroya Rætti, og dagurin, tá kvinnan skuldi greiða rættinum frá tí, hon hevði verið ígjøgnum, var upprunnin.
- Tað var ikki so trupult, sum eg hevði stúrt fyri frammanundan. Eg varð avhoyrd í eina tíma, og verjin var ikki so ágangandi ímóti mær, sum eg hevði væntað, at hann fór at vera, heldur hon.
Rættarmálið vardi ein dag, og pápin varð dømdur tvey ára fongulsrevsing. Hendan dómin situr hann nú.
- Tað var ein øðiligur lætti, tá dómurin varð sagdur, tí tá visti eg, at dómarin eisini trúði mær.
Byrja av nýggjum
Hóast hon tók uppgerðina við pápa sín, og rætturin dømdi hann í fongsul, er tað ikki lætt bara at liva víðari eftir slíka hending.
- Eg var fullgreið yvir, at eg mátti byrja av nýggjum, tí eg hevði mist alt sambandið við familjuna hjá mær. Eg avgjørdi at flyta til Danmark saman við sjeikinum, og vit hava verið her síðani juni, greiðir tann 24 ára gamla kvinnan frá. Hon eigur tvey børn, eina gentu og ein drong, sum júst er farin í skúla.
Síðani hon flutti til Esbjerg, hevur hon roynt at fingið eina hjálpandi hond frá donsku myndugleikunum.
- Eg fór til læknan fyri at kanna, hvørjar møguleikar eg hevði. Hann helt, at eg átti at søkja Amtssjúkrahúsið í Esbjerg um sálarliga hjálp, og tað valdi eg at gera.
Læknin hjálpti henni at søkja psykologideildina um sálarliga hjálp, men tá svarið kom síðst í síðsta mánaði, gjørdist tað til enn eitt stórt vónbrot, tí hon varð kveistrað til viks av teirru einu orsøk, at hon er føroyingur.
Varð avvíst
Psykologideildin á Amtssjúkrahúsinum svaraði, at hon kundi ikki veita føroysku kvinnuni hjálp, tí mett varð, at orkan hjá deildini kundi brúkast betri við at hjálpa øðrum fólkum.
- Grænseoverskridende adfærd synes at være temmelig almindeligt forekommende i dele af den færøske kultur, og det viser sig i behandlingsforløbet ofte vanskeligheder med kulturforskelle mellem patient og psykolog, segði leiðandi psykologurin á deildini í óvanliga orðaða brævinum, sum varð sent læknanum hjá kvinnuni.
- Eg gjørdist sera ill, tá eg fekk hetta brævið, tí fyri mær er hetta ein fullkomiliga órímilig grundgeving fyri ikki at geva mær hjálp. Læknin segði seg ikki hava sæð slík bræv áður, greiðir hon frá.
- Tað, sum eg havi brúk fyri, er onkur, sum eg kann venda mær til, tá eg havi brúk fyri at tosa eitt sindur. Tað skal vera onkur, sum kennir til kynsliga misnýtslu og sum kann hjálpa mær víðari. Tað kostar nógvar pengar at fara til privatan psykolog, men tá myndugleikarnir ikki kunnu hjálpa mær, verði eg noydd at klára meg sum frægast uttan serkøna hjálp, sigur hon.
Útbúgving
Hóast hon hevur verið ígjøgnum nógv, fyrst sum barn og ung, tá hon varð misnýtt, og síðani fyrr í ár, tá hon umsíðir tók uppgerðina við pápa sín, hevur hon ikki mist lívsmótið.
- Eg ivist onga løtu í, at tað var rætt at koma fram við sannleikanum, og eg vil ráða øðrum í líknandi støðu til at gera tað sama. Eg kundi bara ynskt, at tað var ein betri vegleiðing og størri stuðul til tey, sum ynskja at fara til løgregluna við slíkum málum.
- Eg havi mist sambandið við alla familjuna hjá mær, men tað var ein prísur, sum eg varð noydd at gjalda. Eg kundi ikki halda fasaduna longur, tí tað var óveruligt og ikki til at liva við.
Nú ætlar kvinnan sær at fara á skúla, og í løtuni fær hon sær teldukoyrikort.
- Eg verði helst búgvandi í Esbjerg næstu árini. Eg ætli mær at royna at fáa eina útbúgving og annars at koma víðari við lívinum og leggja fortíðina aftur um meg, sigur hon.
Sjeikurin hjá henni ætlar sær eisini á skúla, og familjan við teimum tveimum børnunum skal næstu árini royna at fáa gerandisdagin at rigga eftir eina krevjandi uppgerð við fortíðina.