.
Hann vísti á, at tá talan er um gransking og menning eru hetta hugtøk sum t.d. OECD bítur sundur í grundgransking, nýtta gransking og menningararbeiði. Grundgranskingin hevur ikki serskild praktisk mál ella nýtslu fyri eyga, men tað hevur tann nýtta granskingin og so eisini sjálvandi menningararbeiðið.
Innovatión ella nýskapan er eitt fjórða hugtak sum OECD brúkar, men sum ikki hoyrir við undir gransking og menning. Nýskapanin er tann støðuga strembanin í vinnulívinum at endurnýggja seg, bæði viðv. vørum og eisini mannagongdum.
OECD tøl vísa at í 2002 nýtti Svøríki meira enn 4 % av BTÚ til gransking og menning, Finnland 3,5 % og Danmark 2,5 %. Tann almenni parturin liggur í flestu londum undir 1 %. Hetta merkir at parturin hjá vinnulívinum er tilsvarandi størri. OECD hevur eitt tilmæli um at gransking og menning eigur at liggja uml. 3 % av bruttutjóðarútreiðslunum. Siga vit, at føroyska BTÚ er 10 mia., hevði tað svarað til 300 mio. hjá okkum, og tað røkka vit als ikki. Tey føroysku hagtølini viðv. gransking og menning eru ikki serliga álítandi, men Granskingarráðið arbeiðir við at fáa álítandi tøl til vega, og tey vera helst tøk í byrjanini av komandi ári. Ein leslig meting sigur, at vit brúka minni enn 1% av BTÚ til gransking og menning í Føroyum.
Fyri at samanbera vísindaligu framleiðsluna, hevði Pál Weihe talt saman vísindaligar greinir í yvirlitinum í Fróðskaparriti, árini 1994 til 2002. Samanbera vit árið 2002 við talið av greinum, sum eru skrivaðar í grannalondunum, fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, er talið 440 í Føroyum. Tað er munandi minni enn eitt nú Svørki við 1680 vísindaverkum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í 2002.
Líta vit síðani at dygdini av hesum greinum, ber til at kanna, hvussu ofta ein vísindalig grein verður endurgivin í øðrum vísindaligum greinum, tað vit nevna "impact factor" ella "citations per paper". Sambært altjóða datagrunninum "Web of Science" sum fatar um bæði náttúruvísind, samfelagsvísdind og hugvísind vóru árini 1973 til 2004 íalt 174 greinir við tilknýti til Føroyar endurgivnar í alt 1784 ferðir. 53 greinir vóru ongantíð endurgivnar og ein grein var endurgivin 203 ferðir. Tær flestu greinirnar vóru læknafrøði, havfrøði og havlívfrøði. Í meðal vóru tær føroysku greinirnar endurgivnar 10 ferðir og samanbera vit hetta við endurgevingarnar av donskum greinum 1999, var talið 8, sambært Johan Wallin, granskingarbókavørði á Syddansk Universitet. Samanbera vit endurgevingar innan læknavísind árini 1993 til 2003 liggur Ísland á fyrsta plássi í heiminum við 15,5 endurgevingum í miðal. Føroyar liggja á 7. plássinum í øllum heiminum við 12,4 endurgevingum í miðal fyri hvørja vísindaliga grein.
Niðurstøðan er sostatt, at vit brúka væl minni av peningi í Føroyum til gransking, bæði alment og privat enn onnur framkomin lond. Hetta hevur so við sær at talið av vísindligum greinum er lutfalsliga lágt, men dygdin tikist tó góð, um vit skulu meta eftir tali av endurgevingum.
Pál Weihe segði at enda, at vitan er eitt tilfeingi sum vit mugu troyta, um vit skulu standa okkum í kappingini við onnur samfeløg og at seta gransking við er sum at gera ein urtagarð - tað krevur tol, áðrenn nakað sæst eftir.