Tað lønar seg at lata tey kendu í

Vit kenna tað frá James Bond og Sex and the city - merki og klæði verða víst, og vit hyggjarar verða ávirkað at keypa júst hesi tingini.
Sokallað "product placement" er vanligur háttur hjá fyritøkum at gera seg kendar á ein snildan hátt.

Ì Føroyum verður tað eisini nýtt. Seinasta dømi er Anna Nygaard frá X Factor, ið er ílatin klæðini hjá sniðgevanum Jóhonnu av Steinum.

- Anna hóskar væl til míni klæði. Hon er ung og dugnalig og í ferð við at byggja sær eitt image, sigur Jóhanna av Steinum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, Jóhanna lænir klæði út til fólk. Vanligt er tó, at tey koma til hennara og antin keypa ella læna klæðini.

- Eg hevði ynskt at sloppi at klætt ein mann, tí tað er tað nýggjasta eg fáist við júst nú, sigur hon.

At tað skal vera rættur persónur og samanhangur, har klæðini síggjast, er týdningarmikið fyri tey, ið nýta "product placement".

Ein tann besti persónur at lata í er poppdrottningin Madonna. Tá ókendi svenski smúkkusniðgevin, Efva Attling, gav vini sínum Johan Renck tvær smúkkur, sum hann kundi geva Madonnu, var hennara lukka gjørd. Madonna fór í smúkkurnar í einum sjónbandalag, og ein eftir ein byrjaðu Hollywood-stjørnurnar at nýta smúkkurnar. Nú er merkið Efva Attling kent um allan vesturheimin.

Jóhanna av Steinum væntar sær ikki, at allur heimurin letur seg upp av klæðunum, sum Anna Nygaard er í.

- Tað er bara gott at síggjast eitt sindur, eftirsum tað er so stutt síðani eg byrjaði, sigur hon.