Tað leyp púrt einki av hjá NSÍ

EB/Streymur spenti álopsbogan, og tað restaði lítið í, at tað eydnaðist at vinna stig í Runavík

Tá ið Kári J. á Høvdanum bríkslaði fyri síðstu ferð við Løkina í kvøld, vísti máltalvan 1-0.

Gulu favorittarnir sóu út til at vera lættir um hjartað, og EB/Streyma spælararnir lútaðu við høvdinum. Teir høvdu stríðst fyri at skora og javna og harvið at vinna stig. Teir kendu seg síðstu løtuna fleiri ferðir at hava verið tætt við, men so stóðu teir eftir við ongum.

NSÍ miðvallarin Salmundur Bech skoraði einsamalla málið, tá ið tað restaðu átta minuttri av fyrra hálvleiki.

Heimaliðið hevði mesta partin av tíðini greiða yvirvág. NSÍ spældi seg til tíggju stórar møguleikar, og EB/Streymur spældi seg til ein stóran møguleika. NSÍ hevði eina rúgvu av hornaspørkum, og EB/Streymur hevði eitt hornaspark. Rói Zachariasen bjargaði fleiri ferðir í EB/Streyma málinum, og verjan ofraði seg og blokeraði og taklaði.

Tá ið tað ikki eydnaðist heimamonnunum at umseta stóru yvirvágini til mál, og tá ið støðan framvegis var 1-0, tá ið tað leið fram móti dystarenda, tevjaðu Jákup Martin Joensen og hansara menn møguleikan fyri, at tað skuldi eydnast at skora málið, sum hevði borið við sær stuldur av einum stigi.

Arnbjørn Hansen varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter, og stinni miðverjin Andras Ó. Olsen varð fluttur fram í álopið. Tað var nær við og næstan, men tað eydnaðist ikki at skora málið, sum hevði borið stóra skelkin hetta umfarið við sær.

NSÍ fór fyri triðju ferð á rað av vøllinum við fullari úrtøku. Tað eru tvey stig fram til toppliðið HB, og hóast talan síðstu løtuna var um ikki sørt skelk, so er NSÍ fremsti avbjóðarin hjá HB í kappingini um oddasessin.

https://www.in.fo/myndasavn/

 

NSÍ – EB/Streymur 1-0 (1-0)

1-0: Salmundur Bech 37.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

NSÍ: Karstin Hansen – Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen (Jann Martin Mortensen, 71.), Betuel Hansen, Salmundur Bech, Jann J. Benjaminsen – Búi Egilsson (Aron Knudsen, 65.), Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen (Steffan Løkin, 80.)

Venjari: Glenn Ståhl

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Andras Ó. Olsen, Mikkjal Hellisá, Ragnar B. Danielsen (Arnbjørn Hansen, 75.) – Hjalti Kárason Djurhuus (Magnus Heinason, 71.), Símun Sólheim – Tóki H. Johannesen, Teitur D. Olsen (Magnus Jarnskor, 71.), Gutti Dahl-Olsen – Gestur B. Dam

Venjari: Jákup Martin Joensen