­ Tað ljóðar sum í sekstiárunum

Í løtuni verður vant við fullari megi í hópin av tónleikabólkum. Ikki minni enn einir 40 sangarar og tónleikarar fara pallin í Sjónleikarhúsinum í vikuskiftinum. Enn eru atgongumerki at fáa, men leygarkvøldið er útselt

Líkt er til at stóra afturlítandi dansikvøldini frá sekstiárunum í vikuskiftinum 23.- 25. oktober, verða væleydnað.

Tá fara tey tilkomnu innan føroyska tónleikaheimin á pall, og tey koma frá nógvum plássum í Føroyum og útlandinum.

Í vikuni hevur verið dúgliga vant í Læraraskúlahøllini, og Birgar Johannessen, ein av stigtakararnum, sum hevur verið og lurta , sigur, at sangur og tónleikur ljóðar eins og í góðu gomlu døgunum, tá ungdómurin fór í dans í Havn.

Hóast tað ikki t.d. er »Goggan», sum spælir, so er tónleikurin tann rætti. Fleiri av teimum, sum eru við í tónleikabólkinum, hava spælt í »Gogguni» í sínari tíð, ella eru næsta ættarliðið, eftir tey, sum stovnaðu kenda tónleikabólkin. Eitt nú Rasmus, sonur Rigmor Restorff, Regin, sonur Niels í Stórustovu, Magnus og Eyðbjørn á Kamarinum, bert fyri at nevna nakrar.

Atgongumerkini fáast í Vogue, Kallkyn og Wrangler Shop, og nøkur eru eftir til sunnukvøldið, men annars er góður møguleiki at fáa atgongumerki til fríggjakvøldið.