Nú sær út til, at tað fer ikki at standa á hjá Tórhsavnar Kommunu at selja nøkur grundstykki á Hamrabøi í Kollafirði, sum kommunan annars stúrdi fyri, at tey ikki fóru at sleppa av við.
Í meirilutanum í býráðnum vóru tey nevniliga av teirri sannførin, at skuldu stykkini seljast fyri vanligan prís, høvdu tey ongan møguleika at sleppa av við tey. Ongin fer at keypa grundstykki í Kollafirði fyri eina hálva millión, staðfestu tey í meirilutanum í býráðnum. Men so varð prísurin settur niður í helvt – og tað tykist at hava hjálpt.
Men í minnilutanum í býráðnum vóru tey so ónøgd við, at prísurin varð lækkaður, at tey klagaðu meirilutan fyri Kommunala Eftirlitinum. Tey hildu rætt og slætt, at hetta var ólógligt at lækka prísin, tí tey tvíhildu um, at allir borgarar skulu hava somu viðferð, og at tað er gera mismun á fólki, at summi fáa grundstykki bíligari enn onnur.
Men tey fingu einki burtur úr klaguni, tí Kommunala Eftirlitið gav meirilutanum í býráðnum viðhald í, at prísurin kundi setast niður, í eini roynd at sleppa av við grundstykkini.
Talan er um 22 grundstykki og ætlanin var at bjóða tey út í tveimum umførum. Men umsitingin í býráðnum sigur nú, at áhugin fyri teimum er vorðin so stórur, at tey mæla býráðnum til at samtykkja at selja øll ísenn.
Í hesum sambandi sigur býráðið, at arbeiðið at gera stykkini byggibúgvin verður liðugt um eitt hálvt ár. Og býráðið sigur eisini, at 11 fólk, sum standa á bíðilistanum eftir grundstykkjum, vilja vera við í lutakastinum um grundstykkini á Hamrabøi.
Men harafturat hava fleiri onnur, sum ikki er á bíðlistanum boða frá, at tey vilja eisini verða við lutakastinum, sum skal vera um tey stykki, ið eru eftir, tá bíðilistin er avgreiddur.
Tískil mælir umsitingin til, at fyrst verða øll 22 stykkini lutað út ímillum tey 11 fólkini, ið standa á bíðilistanum. Men stykkini, sum tá eru eftir, ikki verða so drigin í einum almennum lutakasti, har øll kunnu melda seg til.
Og sostatt verður hildið fast um aðalregluna um, at stykkini verða útlutað við lutakasti, og at allir verandi, og komandi borgarar, verða javntstillaðir, sigur umsitingin í býráðnum.