Í skrivandi løtu bíða øll eftir niðurstøðuni hjá Kæristovninum í Lendismálum, eisini Tvøroyrar kommuna.
Vit fingu at vita, at niðurstøðan skuldi koma í leypi av degnum, men enn er hon so ikki komin, segði Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøryrar kommunu, tá vit fingu orðið á hann um miðdagsleitið týsdagin.
Hann sigur, at vinnur uppskotið hjá Søvnum Landsins frama, fær tað álvarsligar avleiðingar fyri Tvøroyri.
Skotið verður upp, at friðað verður út á hálvan fjørðin, og tá fáa vit einki gjørt. Vit hava annars ætlanir um at selja havnina, men kemur friðingin í gildi, gerst einki, sigur Kristin Michelsen.
Teir hava fylgt vanligu mannagongdunum, ið brúktar verða við útbygging av havnaløgum.
Vit hava enntá spurt okkum fyri hjá Landsverk og har fingið at vita, at vit bara skulu senda teimum skjøl um broyttu viðurskiftini, sigur Kristin Michelsen.
Tað er heldur ikki so, at kommunan bara hevur slept leyst í byggiloyvinum.
Vit hava sett Varðanum Pelagic treytir, so endin vestureftir og síðan móti Havnarlagnum verða gjørdar soleiðis byggilistarliga, at tær falla væl inn í umhvørvið, sigur Kristin Michelsen.
Óvart á
Hetta er eitt mál, ið er komið óvart á hjá ikki bara Varðanum Pelagic og kommununi, men øllum á Tvøroyri.
Eitt skriv hevur ligið frammi, ið mótmælir kæruni, ið er send til Kærustovnin í Lendismálum, og hóast tað ikki er gingið runt við skrivinum, og tað bert hevur ligið frammi, hava út við 1100 fólk skrivað undir. Og tða vit hugsa um, at vit eru 1700 fólk á Tvøroyri tilsamans, so má sigast, at nógv hava skrivað undir, sigur Kristin Michelsen.
Hann vísir eisini á, at av teimum 30 kommununum í landinum liggja tær fýra við størstu framgonghdini í fjør í Suðuroy.
Tað var ikki til at rokna út, at ein friðing av einum so stórum parti av havnarlagnum skuldi koma upp á tal, og tað er so nakað, eg má taka á mín kappa. Men ónøgdin er so stór, at vit fara at kalla saman til borgarafund um málið, sigur Kristin Michelsen, sum hesa vikuna er í Íslandi á skeiði fyri kommunalpolitikarar.
Hann sigur, at friðingarmyndugleikin hevur víðar heimildir, og at kommunan nú er bundin á hendur og føtur.
Vit mugu bara bíða í ótolni og vóna, at landsstýrismaðurin kemur til eina skilagóða niðurstøðu, sigur Kristin Michelsen.