Fyri einum mánað, tann sætta juni, síðani segði Jenis av Rana, at hann hevði sjáldan verið so skelkaður, sum tá ið hann frætti, at John Rajani ikki varð settur í starv sum aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, hóast ein samdur setanarbólkur helt, at hann var tann best skikkaði umsøkjarin.
Tí ætlaði hann at reisa málið í Løgtinginum, men longu dagin eftir skuldu tey í Miðflokkinum tosað við aðrar flokkar um at reisa málið í felag.
Men síðani er einki hent og Jenis av Rana hevur ikki enn tosað við nakran annan flokk um málið
Men hann ger greitt, at tað er ikki tí at tey hava gloymt tað. Hann sigur, at hann fór av landinum beint eftir, tog tá ið hann kom aftur, lótu tey tað liggja, tí tá var málið varð kært til Løgtingsins Umboðsmann, og tey vildu bíða fyri at vita, hvørja niðurstøðu, hann kom til.
Men síðani hendi tað, at Umboðsmaðurin vísti málið frá sær, og Jenis av Rana sigur, at nú er støðan ein onnur.
Og tí stendur hann fast við tað, at málið skal reisast í Løgtinginum, men at tey nú verða noydd at bíða til Løgtingið kemur saman aftur á ólavsøku.
- Hetta verður eitt tað fyrsta, løgmaður skal svara uppá, tá ið Løgtingið kemur saman aftur, sigur Jenis av Rana.
Tá ið vit tosaðu við Jenis av Rana fyri einum mánað síðani, segði hann, at hann hevur sjáldan fingið so stóran skelk, sum tá ið John Rajani varð vrakaður sum aðalstjóri, tí at Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur ikki álit á honum.
Hann heldur, at avleiðingin kann vera, at uppskot um misálit verður lagt á løgmann, ella á Poul Michelsen - ella á báðar.
Les eisini: Eg havi sjáldan fingið ein so stóran skelk