Randi Jacobsen
Johan Petersen fekk als ongan hvøkk, tá ið tað frættist, at Kringvarp Føroya var komið í fígggjarliga trongsstøðu og noyddist bæði at skerja skránni og siga fólki upp.
Hann var í sínari tíð formaður bæði í sjónvarpsnevndini og í útvarpsnevndini, sum skipanin var tá.
Hansara sjónarmið var og er, at tað ber ikki til at gera sjónvarp fyri meira pening, enn peningur er til.
Soleiðis varð eisini arbeitt tá.
Hansara áskoðan er, at útvarp og sjónvarp varð lagt saman uttan mál og mið.
Mikkjal Helmsdal var tá stjóri í sjonvarpinum, og hann hevði somu áskoðan sum Johan Petersen.
- Men so vórðu stovnarnir lagdir saman, ein stjóri var í yvirskoti, og Mikkjal Helmsdal reyk út, sigur Johan Petersen.
Hann skilir ikki, at kringvarpsstýrið ikki hevur gjørt nakað við støðuna hjá kringvarpinum fyrr enn nú.
Johan Petersen heldur, at tað eru tríggir møguleikar fyri kringvarpið. Ein er at skerja, sum nú verður gjørt. Ein annar er at laga framleiðsluna eftir pengunum. Ein triði er at tvífalda játtanina.
- Øll mugu gera sær greitt, at tað kostar at gera føroyskt sjónvarp. Kringvarpið má hava minst 100 mió. krónur, um tað skal kunna brúkast. Hetta mugu politikarar síggja í eyguni, sigur Johan Petersen.
Hann heldur lítið um uppskotið við kringvarpsskatti, tí at áleggja ein skatt við 0,7 prosentum gevur ov lítið og er ikki annað enn seigpíning.