Tað marknaðarstýrandi valdið

Føroyski fjarskiftismarknaðurin var fyri fáum árum síðan ein eftirbátur í monopolstøðu, og samskiftistøkniliga vóru Føroyar eitt menningarland samanborið við restina av Europa. Men síðan føroyski fjarskiftismarknaðurin varð latin upp fyri kapping í 1999 hava ymiskir veitarar runnið kapp, og Føroyar eru nú aftur komnar fram millum framkomnastu londini í fjarskiftishøpi. Tað avrikið hevur sambært Jógvani Thomsen, stjóra á Fjarskiftiseftirlitinum, kravt stórt arbeiði, nógvan undanvind og harða marknaðarstýring. Hetta seinasta fær hann toyggið fyri frá almennu fjarskiftisfyritøkuni

Á aðru hædd í einum skrivstovubygningi á Skálatrøð í Havn hevur Vinnumálaráðið eftirlitsstøð. Her hýsast Kappingarráðið, Posteftirlitið, Tryggingareftirlitið og Fjarskiftiseftirlitið handan somu hurð. Stjórin fyri allar fýra eftirlitsstovnarnar, sjálvur eftirlitsleiðarin, eitur Jógvan Thomsen, frálíkur lundafleygari, urguleikari í Vesturkirkjuni og ein hørð stýrandi hond hjá Vinnumálaráðnum, sum gevur stóru almennu fjarskiftisfyritøkuni Føroya Tele grá hár í høvdið.
Í 1997 varð nýggj fjarskiftislóg sett í gildi. Lógin varðveitti einkarættin hjá Føroya Landsstýri til fjarskifti, men heimilaði Landsstýrinum at veita øðrum loyvi at reka fjarskiftistænastur. Eitt Fjarskiftiseftirlit varð sett á stovn at umsita lógina og veita fjarskiftisloyvir. Í 1999 lat Fjarskiftiseftirlitið tey fyrstu fjarskiftisloyvini og ímóti endanum á 2000 var fyrstu ferð møguligt hjá føroyingum at velja millum fleiri fjarskiftisútbjóðarar. Frítt val millum útbjóðarar innan allar fjarskiftistænastur hevur tó ikki verið møguligt fyrr enn í fjør, tá Kall fór undir at bjóða fartelefontænastur.
Sparka til asnan
Tá Jógvan Thomsen í 1997 hevði sín fyrsta arbeiðsdag sum einasti maður á Fjarskiftiseftirlitinum, lá ein stór og tung uppgáva fyri framman - at skapa fortreytir fyri kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum. Tað var at sparka til ein asna, sum hevði sovið leingi.
- Tað var nokkso møtumikið at fara undir. Har var ein nýggj fjarskiftislóg, sum lat upp fyri kapping á marknaðinum, men ein stórur og afturlatin almennur stovnur sat longu á øllum marknaðinum. Tá var man var eisini uppi ímóti einum ávísum iva nógvastaðni, um føroyski fjarskiftismarknaðurin kanska var ov lítil til fría kapping, og um tað fór at vera pláss fyri fleiri veitarum, greiðir Jógvan Thomsen frá.
Fuppliberalisma
Men hví var tað so umráð-andi at fáa kapping á fjarskiftismarknaðinum, tá hann nú er so lítil? Hendan spurningin hava fleiri sett, millum onnur javnaðartingmaðurin Kristian Magnussen, sum alment hevur kallað føroyska fjarskiftismarknaðin fyri ein fuppliberalistiskan sjónleik, har almennar fyritøkur og almennir stovnar spæla liberalismu fyri skattaborgarans rokning. Sambært Jógvani Thomsen hevði eitt gott monopol eisini verið betri enn verandi kapping - í prinsippinum.
- Einki er í grundini so gott sum eitt vælvirkandi og effektivt monopol. Men tað vísir seg bara, at tá ein fyritøka er einsamøll á marknaðinum, so fellur motivatiónin til áhaldandi at tillaga og betra seg. Tá ein onnur fyritøka hinvegin kemur inn á marknaðin, so fáa báðar fyritøkur eina ómetaliga sterka motivatión til at vera betri enn kappingarneytin. Tað er ein av drívkreftunum í fríari kapping, sum er sjálvt høvuðsendamálið við fjarskiftislógini, sigur stjórin á Fjarskiftiseftirlitinum.
Ein triði vegur
Men kapping er ikki einasti mátin at fáa føroyingum betri og bíligari fjarskiftistænastur. Har er eisini ein triði vegur millum monopol og fría kapping.
- Annar hátturin, vit kundu velja, tá hendan gongdin byrjaði, var at varðveita monopolið, men hava strangt eftirlit við prísi og tænastustøði. Tað hevði verið eitt ævigt stríð ímillum Fjarskiftiseftirlitið og Føroya Tele. Hin hátturin var at lata maknaðin upp, soleiðis sum man sá at londini kring okkum høvd gjørt. Vit valdu hendan seinna háttin, sigur Jógvan Thomsen.
Heilt hampuligt
Hesin seinni hátturin hevur sambært eftirlitsmyndugleikanum eydnast væl higartil. Nýggja fjarskiftislógin setti eld í fjúsið, og kapprenningin millum fjarskiftisfyritøkurnar hevur sett gongd á áhaldandi tænastumenning og príslækking.
Føroyski fjarskiftismarknaðurin er komin frá einari støðu sum afturúrsigldur og óeffektivur til eitt pláss millum heimsins framkomnastu innan 6 ár. Ella sum stjórin á Fjarskiftiseftirlitinum orðar tað.
- Vit eru heilt hampluliga væl við.
Orsøkirnar til at tað hevur gingið so væl eru tó ikki bara føroyskt hegni og dugnaskapur innan fjarskiftisvinnuna.
- Tað er eingin grund til at leggja alla æruna á Fjarskiftiseftirlitið ella føroysku fjarskiftisfyritøkurnar. Aðrar kreftir hava havt ógvuliga stóra ávirkan á gongdina, ikki minst búskaparliga uppgongdin í samfelagnum. Tá vit byrjaðu, var føroyska samfelagið akkurát komið uppundan aftur. Síðan tá hevur talan verið um eina stóra búskaparliga uppgongd, sum er komin fjarskiftisvinnuni sera væl við. Harafturat er eitt lop farið fram í tøkniligu menningini innan fjarskifti, sum hevur havt við sær eina munandi príslækking á tólbúnaði til vinnuna. Alt hetta, saman við einari góðari fjarskiftislóg og einum stórum arbeiði innan vinnuna, hevur gjørt tað møguligt at koma hartil, sum føroyski fjarskiftismarknaðurin er í dag.
Føroya Tele skift ham
Telefonverk Føroya Løgtings, sum stutt eftir at nýggja lógin um fjarskifti kom í gildi bleiv til almenna partafelagið Føroya Tele, hevur sambært Jógvani Thomsen fullkomuliga broytt seg hetta tíðarskeið frá einari stívum og afturlætnum almennum stovni til eina smidliga og marknaðaratlítandi fyritøku.
Tað sum nú vantar at koma upp á pláss viðvíkjandi stóru almennu fyritøkuni er sambært Jógvani Thomsen, at hon gevur kappingarneytum sínum betri rættindi á kervi sínum. Til hetta hevur Fjarskiftiseftirlitið rátt Vinnumálaráðnum at kanna møguleikan fyri einari sundurskiljing av Føroya Tele, soleiðis at fastnetkervið verður skilt frá tænastufyritøkuni.
- Fjarskiftiseftirlitið hevur sum sína fremstu uppgávu at skapa fortreytir fyri fríari kapping á marknaðinum, men rættilig javnvág kemur ikki í so leingi Føroya Tele hevur betri atgongd til fastnetkervið enn hinir veitararnir, sigur Jógvan Thomsen.
Tveir veitarar eru nóg mikið
Jógvan Thomsen væntar ikki fleiri stórar veitarar á føroyska fjarskiftismarknaðinum enn teir báðar Kall og Føroya Tele, og í grundini hevur hann ongantíð væntað fleiri enn tað.
- Tá Kall og TeleF komu fram ísenn, hildu vit á Fjarsiftiseftirlitinum, at tað var í meira lagi í mun til støddina á føroyska marknaðin. Tað hendi so eisini tað, at teir báðir nýggju veitararnir innsóu, at tað var ikki pláss fyri tí triðja, og tað var helst ein skilgóð gerð at teir løgdu saman.
Tá føroyski fjarskiftismarknaðurin varð latin upp fyri kapping vóru annars vónir frammi um at onkur av størri útlendsku fjarskiftisfyritøkunum ætlaði sær inn á føroyska marknaðin. Men tað gjørdist ikki so.
- Tað er øgiliga óvanligt, at ein útlendsk fyritøka beinleiðis fer inn á ein fremmandan marknað. Tað, sum kundi hent, var at onkur útlendsk fyritøka í samstarvi við eina føroyska fyritøku kom inn á marknaðin. Kall hevur eitt sindur av útlendskum kapitali og er í so máta eitt dømi um hetta. Men at ein av stóru fleirtjóða fjarskiftisfyritøkunum fara at leggja pengar í eina føroyska fyritøku, vænti eg ikki fer at henda.
Nei, nei og aftur nei
Fjarskiftiseftirlitið hevur fingið nógv hørð orð eftir sær frá Føroya Tele, um at tað er ov strangt í síni stýring - serliga mótvegis Føroya Tele sjálvum. Allar prísásetingar og harvið eisini allar avsláttarskipanir hjá fjarskiftisfyritøkunum skulu góðkennast av Fjarskiftiseftirlitinum, áðrenn tær verða settar í gildi - um tær yvirhøvur verða settar í gildi. Tí oftast er svarið annaðhvørt eitt blankt nei ella boð um at umsóknin er sett í bíðistøðu. Serliga avsláttarskipanir, sum knýta tvær ymiskar tænastur saman hava fingið nei-stemplið. Osøkin er at tær grugga prísirnar.
- At knýta tvær ymiskar tænastur saman í eina av-sláttarskipan hevur sum oftast bara eitt endamál, nevniliga at binda kundan til ein ávísan veitara. Harumframt skal prísurin fyri eina tænastu skal helst hava eitt ávíst samband við tann veruliga kostnaðin, og tí fara vit altíð at hyggja væl eftir um ætlaðar avsláttarskipanir fylgja hesi reglu, sigur stjórin á Fjarskiftiseftirlitinum.
Spurdur hvussu nógvar umsóknir um avsláttarskipanir Fjarskiftiseftirlitið hevur fingið, sigur Jógvan Thomsen, at har er eitt hav av teimum í skuffunum. Nakrar teirra viðgjørdar og svaraðar við einum nei, aðrar í bíðistøðu og uppaftur aðrar heilt feskar.
Gera mun á Kall og Føroya Tele
Føroya Tele hevur enn ongantíð fingið loyvi til at knýta tvær tænastur saman í eina avsláttarskipan. Kall hevur hinvegin fingið tvær slíkar avsláttarskipanir góðkendar.
Tað hevur fingið Føroya Tele stjóran, Andras Róin, at leggja Fjarskiftiseftirlitið undir at stýra marknaðinum við stórari slagsíðu til frama fyri Kall. Í Sosialinum í gjár segði Føroya Tele-stjórin tað vera greitt, at Fjarskiftiseftirlitið vil tryggja, at Kall fær ein fjórðing av marknaðinum, og Føroya Tele missir tilsvarandi.
Stjórin á Fjarskiftiseftirlitinum viðgongur, at tað verður gjørdur ein ávísur munur á Kall og Føroya Tele.
- So leingi Føroya Tele hevur eina týðandi marknaðarstøðu og Kall er lítið, vilja vit altíð hava tað í huga at Kall er tann veikari parturin. Og rætt skal vera rætt. Vit hava givið Kall eitt lítið sindur fríari ræsur enn Føroya Tele.
Uttan Kall eingin kapping
Í grein í Sosialinum fyrradagin segði Kall-stjórin Bjarni Askam Bjarnason, at Kall var einasti garantur fyri veruligari kappingin á føroyska fjarskiftismarknaðinum. Hesum er stjórin fyri Fjarskiftiseftirlitið samdur í, men ein framtíð uttan Kall merkir tó ikki ein framtíð við hægri prísum.
- Um so var, at Kall knappliga ikki var til longur, so høvdu vit farið undir beinleiðis prísregulering av Føroya Tele. So høvdu vit áhaldandi samanborið við príslegur aðrastaðni og ásett mestaprísir hjá Føroya Tele eftir tí. Tað hevði uttan iva verið eitt ævigt stríð, væntar stjórin á Fjarskiftiseftirlitinum. Tí dámar honum betri núverandi støðuna, har kapping á marknaðinum í stóran mun stýrir prísunum. Og Fjarskiftiseftirlitið vil fara rímiliga langt fyri at halda fast við hesa støðu.
Um útlit vóru fyri, at Kall ikki kláraði seg og var um at fara á húsagang, hevði Fjarskiftiseftirlitið so tikið stig til at forða hesum?
- Nú letur als einki til at Kall ikki fer at klára seg, men um tað hevði hent, at Kall var á veg ímóti húsgangi, so høvdu vit tikið stig til at vart fyritøkuna ímóti hesum, um vit mettu at ein slíkur húsagangur var orsaka av ójavnari ella órættvísari kapping, sum skaddi brúkaran, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum.
Og har gongur markið. Tí Fjarskiftiseftirlitið veitir ikki yvirlivilsisgaranti fyri einari ósunnari fyritøku, heldur ikki um hon er ein-asti garantur fyri veruligari kapping.
Men á Fjarskiftiseftirlitinum hava tey higartil verið nokkso glað fyri Kall og dystin millum gomlu og nýggju fjarskiftisfyritøkuna, har tann seinna fær eitt sindur av byrjunarhjálp frá marknaðarstýrandi myndugleikanum.

????????????
Fjarskiftisliftirlitið í stuttum
Fjarskiftiseftirlitið varð sett á stovn í 1997 og hevur sum endamál at virka fyri at fremja kapping innan fjarskifti, og at hava eftirlit við fjarskiftisøkinum.
Raksturin av Fjarskiftiseftirlitinum verður fíggjaður av teimum fyritøkunum, sum hava fingið loyvi at reka fjarskiftistænastur. Fyritøkurnar gjalda í mun til sín marknaðarpart á føroyska fjarskiftismarknaðinum.
Fjarskiftiseftirlitið er skipað sum stovnur undir Vinnumálaráðnum. Í sama stovni eru eisini Kappingarráðið, Posteftirlitið og Tryggingareftirlitið. Stjórin fyri Fjarskiftiseftirlitið er stjóri fyri allar hesar fýra stovnar, og starvsfólkini á stovninum verða brúkt innan øll fýra starvsøki.
Hvørt ár letur Fjarskiftiseftirlitið vinnumálaráðharranum eina frágreiðing um gongdina á føroyska fjarskiftismarknaðinum.

??????????????

Ein støðumynd av fjarskiftismarknaðinum
Í 1997 varð føroyski fjarskiftismarknaðurin formliga latin upp fyri fríari kapping, men ikki fyrr enn um ársskiftið 2000-2001 var klárt hjá nýggjum veitarum at byrja so smátt.
Í dag ber til at staðfesta, at tað hevur gingið skjótt síðan byrjan. Kapping er á øllum tænastuøkjum innan fjarskifti, og fjarskiftistænastur eru blivnar fjølbroyttari og bíligari.
Men hvussu sunn er gongdin? Er talan um kapping fyri einhvønn prís við kunstigum almennum andadrátti, sum Føroya Tele vil vera við ella um eina nærum fyrimyndarliga skjóta tilgongd frá avoldaðari monopolstøðu til kapping eftir marknaðartreytum, sum politiski myndugleikin, Fjarskiftiseftirlitið, heldur uppá.
Í greinarøð um føroyska fjarskiftismarknaðinum fer Sosialurin tætt at høvuðsleikarunum á marknaðinum við tí fyri eyga at lýsa aktuellu støðumyndina frá øllum síðum.
Í blaðnum í dag ber til at lesa triðju greinina í røðini av trimum um føroyska fjarskiftismarknaðin, har Fjarskiftseftirlitið metir um orsøkirnar til stóru framgongdina og verjir sítt val at halda hondina yvir nýggjum veitarum.