Tað met merkisverda av øllum var, at Koks fekk eina Michelinstjørnu í dag.
Tað halda danskir ummælarar, sum hava brúkt meginpartin av degnum í dag til at umrøða tiltakið í morgun, tá ið tað varð avdúkað, hvørjar matstovur í Norðurlondum fingu Michelinstjørnur.
Í hesum samandi skrivaði føroyska matstovan, Koks, søgu við at vera fyrsta føroyska matstovan, sum fær hendan treytaleysa heiðurin.
Ole Troelsø, ummælari hjá Børsen sigur í Politiken, at tað merkisverdasta, sum hendi í dag, var, at Koks loksins hevur fingið hesa viðurkenningina.
– Tað er ein framúrskarandi matstova, sum fær klokkurnar at ringja, sigur hann,
Søren Frank, ummælari á Berlingske, sigur, at tað mest sermerkta við Michelin í ár, er at tað er ein matstova í Føroyum, sum borðreiðir við náta og skerpikjøti, sum hevur fingið eina stjørnu, tí fyri bara trimum árum síðani fór Michelin ikki út um býarportrið í Keypmannahavn.
Men Politiken sigur eisini, at tað tóktist, sum at tey í Koks vórðu tikin á bóli av at fáa hendan heiðurin, tí í eina góða løtu gekk høvuðskokkurin, Poul Andrias ZIska runt sum ein maður, ið hevði fingið ein granatskelk.
Men hann segði við Politiken, at tað, tey í roynd og veru royna, er at borðreiða við tí føroyska samleikanum á einum tallerki. Og hann heldur, at tað hevði verið fantastiskt, kann tann lítli bletturin á kortinum, sum Føroyar eru, draga fólk til sín.