Tilburðurin tá eitt russiskt ferðamannaflogfar og eitt flutningsflogfar stoyttu saman í luftini yvir Suðurtýsklandi mánakvøldið var annar í røðini av tílíkum vanlukkum. Tann fyrra var yvir kroatiska býnum Zagreb, tá eitt bretskt og eitt jugoslaviskt flogfar stoyttu saman.
Men fyri góðum trimum árum síðani mundi tað sama hent í Noregi.
Tann 12. apríl í 1999 var eitt SAS-flogfar á veg frá Flesland-flogvøllinum í Bergen til Gerdermoen í Oslo. Frá flogeftirlitinum í Stavanger fekk flogfarið boð um at flúgva í 25.000 fóta hædd.
Um somu tíð var eitt flogfar hjá russiska flogfelagnum Arkhangelsk Airlines á veg til Flesland-flogvøllin í Bergen. Flogeftirlitið gav russiska flogfarinum boð um at halda seg í 26.000 fóta hædd.
Hálvan triðja minutt seinni varnaðist flogleiðarin í Stavanger, at russiska flogfarið var farið niður um ta hæddina, sum tað hevði fingið boð um at halda seg í, og at tað var farið niður í í 25.000 fóta hædd, har SAS-flogfarið eisini var. Flogleiðarin gav alt fyri eitt russiska flogskiparanum boð um at fara uppaftur í 26.000 fóta hædd fyri at sleppa undan samanstoyti. Samstundis gav flogleiðarin SAS-flogfarinum boð um at snara 20 stig til vinstru.
Umborð á SAS-flogfarinum vóru ávaringarljósini farin at blunka, tí tann sjálvvirkandi ACAS-skipanin segði frá, at eitt annað flogfar var í nánd. Ávaringartólið bað SAS-flogskiparan fara longur upp, og tað gjørdi hann. Men tað bar í sær, at teinurin millum tey bæði flogførini minkaði. Til alla lukku varnaðist ACAS-skipanin í SAS-flogfarinum, at tað russiska flogfarið eisini var í ferð við at taka seg uppeftir. SAS-flogskiparin fekk tí boð um at fara longur niður, og á tann hátt slapst undan samsanstoyti.
Russiska flogfarið, sum var av Tupolev 134-slagnum, hevði ikki ACAS-ávaringarskipanina. Kravið um tílíka útgerð kom ikki fyrr enn árið eftir.