Tað nýggja tornið í Malmö

Í 1970?unum var Malmö norðurlendskur høvuðsstaður innan stál og skipasmíð, ídag er býurin ein multikulturellur smeltiketil landfastur við Keypannahavn

Síðani brúgvin um Oyrasund gjørdist veruleiki, er Svøríki, serliga Malmö, komið nógv nærri Keypmannahavn. Við hesum í huga er tað ikki so løgið, at føroyingar í Keypmannahavn hesa seinastu tíðina meira og meira eru farnir at leita sær bústað svensku megin.
Tann 265.000 íbúgvar stóri Malmö, triðstørsti býur í Svøríki, var einaferð í tíðini kendur um allan heimin fyri stálskipasmiðjuna hjá Kockums. har supertankarar vórðu sveisaðir saman. Tann tíðin náddi sítt hápunkt í 1970?unum. og tað var ikki ókent tá millum føroyingar at leita sær arbeiði har. Síðani er gingið spakuliga men stútt aftur á bakka við stálinum og serliga skipasmíðinum í takt við. at eysturlond hava tikið yvir tann marknaðin.
Umráðið kring skipasmiðjuna hjá Kockum er ídag ikki til at kenna aftur; tað einasta sum eftir er har av Kockums er hátøknifrøðilig kavbáta framleiðsla; stálídnaðurin er trokaður burtur av ITC (Information and Communication Technology).
Sama umráði er somuleiðis gjørt til ein útbúgvingarligan miðdepil og í forleingilsi hartil, eitt bústaðarøki hjá teimum vælbjargaðu. Hendan gjørdist alment sjónlig av álvara í 2001 tá skipað varð fyri einari stórari bústaðarmessu. Tað var tí tí ikki sørt symbolskt at umleið har sum Kockums kranin stóð, hesin krani sum í sínari tíð var heimsins størsti og sum øll hesi árini hevur verið eitt eyðkenni fyri Malmö, varð farið undir at byggja eitt torn, Turning Turso, til luxíbúðir.
Meðan Kockums kranin varð avskipaður fyri umleið tveimum árum síðani til heimsins størstu skipasmiðju, suðurkoreansku Hyundai, varð bygt víðari upp á Turning Turso. Tað er nú komið væl áleiðis við byggingini av hesum dýra bústaðarhúsi sum kanska verður eitt nýtt høvuðs eyðkenni fyri Malmö.
Liðugt bygt kemur tað 54 hæddir høga Turning Turso sambært byggiharrans metingar at kosta umleið eina milliard í donskum krónum, eitt sindur meira enn eitt heilt ár av samlaðum íløgum hjá Malmö í skúlar, gøtur og parkir. Byggiharrin fyri Turning Turso, íbúðarfelagið HSB Malmö, hevur teknað eina trygging upp á smáar 200 milliónir krónur í trygdargrunni felagsins sum skal dekka kostnaðin fyri einar 50-60 óseldar íbúðir yvir sjey ár; eitt alternativ er eisini at leiga út hesar eigaraíbúðir tey fyrstu árini fyri at verja seg ímóti ov møguligum tapi; íbúðirnar í torninum verða tilsamans 152.
Worst case scenario í útrokningunum hjá HSB er at felagið sleppur ikki av við meira enn helvtina av íbúðunum. Men sambært Sydsvenska Dagbladet er stjórin í HSB Malmö, Johnny Örbäck, ikki so svartskygdur, og tankin um at ikki fleiri enn tær núverandi sjey íbúðar sáttmálarnir fáast í lag tykist ikki nerva hann.
? Um so verður mugu bara lækka prísirnar, helt hann fyri. Tað var júst hetta sum rakti byggifelagið NCC á íbúðarmessuni Bo01. Tey dýrastu húsini har standa framvegis tóm.
Örbäck upplýsir at 15 prosent av tí nærmasta áhugabólkinum sum í løtuni kunnu væntast at skriva undir íbúðar sáttmála, eru altjóða viðskiftafólk ið hava teknað seg via internetið; hesi eru úr millum USA, Brasil, Týsklandi og Danmark.
Men Malmö er eisini ein alt meira multietniskur og multikulturellur býur. Har búgva fólk úr heimsins heraðshornum; og sambært almenn hagtøk eru 24 prosent av íbúgvunum føddir uttanlands.