Tað nærkast hjá VB

Eisini hjá kvinnunum stendur nógv á VÍF. Tær mugu vinna sítt og so vóna, at VB snávar onkrastaðni. hesa ferð er tað Neistin, sum vitjar í Vági, har heimaliðið kann taka enn eitt fet móti gullinum

Kvinnuhondbóltur

Tríggir dystir verða leiktir í bestu kvinnudeildini um vikuskiftið. Leygardagin verður tann fyrsti av hesum, tá Neistin vitjar í Vági. Á pappírinum er einki at ivast í, at VB er stórfavorittur at vinna dystin. Gjøgnum alt árið hevur VB verið sterkasta liðið í kappingini, og nú tær av álvara tevja gullið, er í øllum førum ilt at ímynda sær, at tær ikki skulu vera uppsettar til nakran dyst.
Hinvegin kann Neistin kanska gera sítt til, at talan um ikki annað verður um eina spennandi uppgerð. Eftir ein hin størsta niðurtúrin í kvinnusøguni hjá felagnum tykjast tær bláu spakuliga at hava fótað sær aftur. Sigrar á ávíkavist Stjørnuni og StÍF hava í øllum førum víst, at liðnum ikki nýtist at ræðast niðurflytingarvandan, og spurningurin er so, í hvønn mun tær kunnu gera nakað við VB.

Kyndil hevur argað
Fyri hvønn dyst, sum VB vinnur, svinnur vónin hjá VÍF um eina endurtøku av meistaraheitinum, og spurningurin er so, hvussu tær eru fyri sálarliga, tá tær fara á vøllin móti Kyndli sunnudagin.
Tað er ikki minst orsakað av dystunum móti júst Kyndli, at VÍF í ár tykist hava mist takið á gullinum. Báðir dystirnir í grundspælinum vórðu taptir, og tó at stigini tá bert taldu hálvt, so er støðan í dag í øllum førum tann, at VÍF hevur tørv á tveimum eyka stigum, um tær veruliga skulu hótta VB.
Tí er einki at ivast í, at VÍF vil hava hevnd, nú tær vitja í Havnini, men nøkur løtt uppgáva verður hetta so ikki. Kyndil hevur kanska sterkasta liðið í landinum, um hugt verður at breiddini í hópinum, og er lagið á einstøku leikarunum hitt rætta, so er ikki óhugsandi, at tær enn einaferð kunnu gera okkurt við VÍF.
Sineasti dysturin hjá kvinnunum verður í Klaksvík, har Stjørnan hevur heimadyst móti Tjaldri. Skal Stjørnan gera álvara av ætlanum sínum um bronsumerkini, so er einki at ivast í, at hesin dysturin skal vinnast. Tjaldur hevur aftur í ár havt leiklutin sum botnproppur, og tó at tað av og hevur glógvað hjá teimum, so eiga tær í útgangsstøðnum ikki at vera nóg sterkar til veruliga at hótta Stjørnuna.