Tað eru ikki so ógvuliga nógv ár síðani, at tað var neyðugt hjá ÍSF at heita á menn, sum meiri ella minni beinleiðis vóru knýttir at einum felagi, um at døma, har teirra lið var annar parturin.
Tað sigur seg sjálvt, at tað var ikki altíð, at hetta spældi so væl av, og tosar tú við tey, sum fylgdu við í fótbólti fyri einari fjórðings øld síðani og meiri enn tað, so vita tey nógvar søgur um hendingar, ið stóðust av, tá teir á øðrum liðnum ikki vóru nøgdir við tað, sum svartklæddi maðurin á vøllinum avrikaði.
Nú er hetta søga, tíbetur. FSF hevur seinnu árini gjørt rættuliga fitt fyri at skapa karmar fyri útbúgving av dómarum, dómarafelag er stovnað, og dómararnir ? nógvir av teimum sum døma í 1. deild taka uppgávuna í stórum álvara ? vilja sjálvir verða loystir heilt frá feløgunum.
Í FSF siga teir seg væl skilja hetta ynskið, men higartil hava teir ikki viljað slept tilknýtinum, tí teir halda ikki, at dómarastandurin er so fjølmentur og væl fyri á annan hátt, at ábyrgdin fyri at døma og veittra heilt skal takast frá feløgunum.
Fleiri av toppdómarunum hava tikið til, at tað í prinsippinum skuldi verið soleiðis, at allir dómarar skuldu kunna dømt allar dystir, og somu dómarar siga, at eingin kritikkur svíður so nógv, sum tá tað verður sagt, at ein dómari dømir tvey lið upp á ein máta, fyri at eitt annað lið, og helst tað, sum dómarin hevur sín uppruna í, skal fáa ágóðan av dømingini. Dómararnir halda tað vera púra burturvið at ákæra ella illtonkja teir fyri, at teir brúka tíð og orku uppá dømingina fyri at vinna einum felagi fyrimun. Allir dómarar fara á vøllin við tí fyri eyga, at teir skulu gera sítt besta, og tað gera teir hvørja ferð.
Summir í miðdeplinum
Vit velja eisini at halda, at allir dómarar royna hvørja ferð at liva upp til, at teir eru ikki partur av spælinum, men at teirra setningur er at syrgja fyri, at leikur fer fram eftir ásettu reglunum.
Men tað er samstundis ein sannroynd, at fatanirnar hjá dómarunum av, hvat er rætt, hvat tað skal bríkslast fríspark fyri, hvat skal sektast og hvussu tað skal sektast, eru sera ymiskar. Vit síggja tað í føroysku kappingini vikuskifti eftir vikuskifti, og hagtølini yvir reyð kort, sum vit hava gjørt upp, siga sína søgu.
Besta dømið um hetta vóru dómaraavrikini í HM endaspælinum í Fraklandi í summar. Teir flestu dómararnir høvdu tann hugburð, at avrikini og harvið royndirnar, sum høvdu gjørt teir til toppdómarar og tískil høvdu kvalifiserað teir til hesa stóru avbjóðingina, skuldu brúkast, og so syrgdu teir fyri, at spælararnir fingu høvi til at dríva á, og tá dystirnir vóru loknir, so mintust áskoðararnir fótbóltsavrikini á vøllinum, men gloymdu skjótt, hvør hevði verið dómari.
Men tað vóru undantøk. FIFA royndi at stramma reglarnar ? teir søgdu, at hetta varð gjørt fyri at verja fótbóltsspælið og spælararnar ? og hetta hevði við sær, at summir dómarar megnaðu at seta seg sjálvar í miðdepulin. Spælararnir og áskoðararnir vórðu ørkymlaðir, og avleiðingin av hesum avrikunum var, at spæl og úrslit lagaðu seg øðrvísi, enn tey høvdu gjørt, um dómararnir so at siga høvdu skikkað sær væl, og omaná alt var takkarlønin frá FIFA til dómararnar, ið høvdu staðið fyri sovornum avrikum, at teir vórðu sendir til hús.
Besta dømið um hetta var dómarin, sum dømdi millum Danmark og Suðurafri-ka. Tað var ilt at síggja, hvat hann vísti tveimum dønum av vøllinum fyri, og frásøgumaðurin í sjónvarpinum kallaði hann fyri ein »kraft idiot.«
Ymsar fatanir
Vit fara ongantíð at kalla ein føroyskan dómara sovorðið. Tað kanst tú heldur ikki gera, tá tú roknar við, at allir dómararnir gera sítt ítarsta hvørja ferð.
Men tá hetta er sagt, so skerst tað ikki burtur, at tað er ógvuliga ymiskt, sum teir, ið døma í 1. deild, tulka reglarnar. Tað sást í tí, sum tað verður bríkslað fyri, og tað sæst eisini aftur í, hvussu nógv kort dómararnir geva.
At ein dómari í eins nógvum dystum, sum aðrir dómarar hava dømt, skal hava givið upp móti fýra ferðum so nógv reyð kort, sum aðrir dómararnir hava givið, átti at sagt teimum, sum hava við døming at gera ? eygleiðarar og teir, sum seta dómarar ? at her er okkurt, ið ikki er, sum tað eigur at vera, tá tað ræður um felags fatan av reglunum.
Avleiðingarnar
Hvat skal gerast í slíkum førum, kunnu tað kanska vera fleiri áskoðanir um. Ein kundi verið, at dómararnir vórðu kallaðir til fundar fyri at staðfesta, hvør stevnan er (hetta er ikki gjørt í summarsteðginum, hóast tað hevur verið tosað um tað), og ein onnur kundi verið, at ein dómari, sum eygleiðararnir meta ikki hevur dømt, sum hann átti at havt dømt, nøkur vikuskifti varð frítikin fyri at døma í fremstu røð.
Viðhvørt hevur tú fatanina av, at hetta verður ikki gjørt, og at teir, sum útnevna dómarar látast eins óvitandi og forstokkaðir sum gomlu gubbarnir, ið stýrdu í kommunistiska Sovjetsamveldinum og tess fylgisneytum, plagdu at vera.
Dómararnir hava krav uppá, at teir vita hvar og nær teir skulu døma, og tí er væl skiljandi, at dómarar verða settir fleiri vikuskifti í senn, men alíkavæl elvir hetta til umhugsan, tí tað vil siga, at tað fær ikki avleiðingar fyri ein dómara, at hann vísir eitt avrik, sum ikki er í tráð við tað, væntað verður av dómarunum. Altso at teirra lutur er at sekta tað, sum skal sektast og annars syrgja fyri, at spælararnir sleppa at spæla, og at bæði spælararnir og áskoðararnir í flestu førum hava alla orsøk til heilt skjótt eftir loknan dyst at gloyma, hvør dømdi.
Tá linjan verður brotin órógvar tað áskoðararnar og ikki minst spælararnar, sum í nógv teimum flestu førunum akkurát vita, hvat bæði teir og mótstøðumenninir eiga at sektast fyri og ikki eiga at sektast fyri.
Spælararnar venja frá síðst í januar fyri at vera væl fyri, tá teir skulu spæla í steypakappingini og í landskappingini. Stríðið á hávetri, tá tað er myrkt og kalt, er lítið hugaligt, men spælararnir dríva á, tí teir síggja fram ímóti ljósari og mildari tíðum. At teir so, tá góða árstíðin er í hæddini, verða noyddir at sita uttanfyri og hyggja at, tí teir ? í eygunum á teimum sjálvum og so nógvum øðrum ? eru leikbannaðir fyri brot, sum ikki vóru brot, ið skuldu sektast við meiri enn kanska fríspørkum, er væl skiljandi.