Tað ræður um at spæla rundanum íslendingarnar

John Petersen ásannar, at plássið at spæla í er minni ímóti íslendingunum, enn tað er,t á ið Skotland er mótstøðuliðið

Tað er eitt lítið ár síðani størstu løtuna yvirhøvur hjá John Petersen á landsliðnum. 7. september í fjør skoraði hann tvær ferðir og legði harvið Føroyar á odda 2?0 ímóti Skotlandi.
Nú vitjar Ísland í Føroyum. Tað er tætt stríð um plássini í álopinum, men tað má roknast sannlíkt, at John Petersen aftur hesa ferðina verður annar av monnunum í fremstu røð.
John, sum í kvøld verður á landsliðnum fyri 48. ferð og sum tann sætti føroyski spælarin kann røkka hálvt hundrað landsdystin í síðsta landsdystinum í ár (á heimavølli ímóti Litava 10. september), kennir væl íslendskan fótbólt. Í 2000 spældi hann við Leiftri á Ólafsfirði, sum tá var millum tey stinnastu í bestu deildini. leiftur luttók í Intertoto Cup. Í fyrsta umfarinum, sum var ímóti Luzern skoraði John á útivølli í Sveis, og í øðrum umfari skoraði hann á heimavølli ímóti franska Sedan.
Tá ið vit spyrja John Petersen, hvør stóri munurin er at spæla við føroyska landsliðnum ímóti Skotlandi og ímóti Íslandi, svarar hann soleiðis:
? Í báðum førum er talan um stóra mótstøðu, og í báðum førunum hava vit møguleika at røkka góðum úrsliti. Tað sóu vit í fjør, tá ið vit megnaðu javnleik ímóti Skotlandi, og tá ið vit fyrr í summar taptu 2?1 í Reykjavík, tí teir skoraðu sigursmálið í yvirtíðini. Ímóti Skotlandi hava vit altíð fingið pláss at spæla. Teir hava ikki dekkað okkum so tætt, at vit ikki hava fingið møguleika at taka bóltin til okkara og spæla hann víðari. Bæði í íslendsku landskappingini og eisini í landsdystunum ímóti Íslandi hevur tað verið soleiðis, at teir hava dekkað okkum heilt tætt. Tað hevur so at siga ikki borið til at fingið tak á bóltinum, áðrenn tað hevur verið neyðugt at senda hann víðari.
Hvør er so heilivágurin, tá ið Ísland er mótstøðuliðið?
? Vit spældu ikki væl í Íslandi fyrr í summar. Okkum eydnaðist ongantíð at fáa tak á spælinum. Teir vóru skjótir á okkum, og vit mistu bóltin alt ov skjótt. Um spælið skal eydnast, so mugu vit fyri tað fyrsta flyta okkum nógv, soleiðis at bólthaldarin hevur fleiri møguleikar at senda víðari. Tað er eisini alneyðugt, at vit sjálvsálitið hjá okkum er so mikið stórt, at vit tora at spæla. Um vit fara at sparka, so tapa vit, tí teir eru helst eitt sindur betri fyri enn vit kropsliga, sjálvt um vit hava fleiri spælarar á liðnum, sum eru góðir í luftini, og fleiri sum eisini megna nærdystirnar á jørðin i væl. Um tað eydnast okkum at spæla saman og at bjóða av í ein móti einum støðum og at sneiða framvið teimum, so røkka vit langt. Tað ræður um at fáa teir at hava virðing fyri okkum, so teir ikki fara at hanga so tætt uppi í okkum, heldur John Petersen, sum leggur afturat, at tað í verjupartinum ikki er minst týdningarmikið at byrgja fyri innleggunum.

Mugu mynda meiri
John Petersen roknar ikki við, at íslendingarnir eru serliga hugaðir í at vera við til at mynda undirhaldandi fótbóltsspæl.
? Á Laugardalsvøllinum megnaðu vit ikki at spæla tað, sum vit ofta hava gjørt. Ísland hevði leikliga yvirvág, men teir spældu nógv við longum sendingum. Í íslendskum fótbólti verða nógvir dystir avgjørdir í sambandi við deyðbóltsstøður. Málini verða skorað í sambandi við fríspørk og hornaspørk. Soleiðis var tað eisini, tá ið teir vunnu 2?1 á okkum. Annað málið fingu teir eftir fríspark, og hitt fingu teir eftir innlegg úr borðinum.
Og úrslitið?
? Í Reykjavík spældu vit ikki væl, og tá vóru vit heilt tætt við at fáa javnleik. Eg havi spælt tríggjar ferðir ímóti Íslandi, og tað hevur verið nær við hvørja ferð. Fyrsta ferðin var í Höfn í 1997. Tá taptu vit 1?0. Teir skoraðu málið, tá ið 2. hálvleikur var 52 minuttir gamal. Onnur ferðin var á Tórsvølli fyri fýra árum síðani. Ta ferðina skoraðu teir sigursmálið í 3. minutti, men vit vóru tætt við, tí Allan Mørkøre misnýtti brotsspark ta ferðina. Íslendingar eru drúgvir, men vit eiga at hava møguleika ímóti teimum, heldur John Petersen, sum er tann av spælarunum, sum nú mynda landsliðið, ið hevur skorað flest mál.